Eitt dunnulív í Líðini

Ítriv: Veðrið er avgjørt til ítriv av alskyns slagi hjá teimum, ið høvdu møguleika til tess, henda týsdagin í farnu viku. Onkur kollfirðingur var á floti. Onkur var á seiðabergi. Onkur arbeiddi í urtagarðinum. Onkur trillaði barnavogn. Og onkur var farin at geva dunnunum at eta. Og hesin “onkur” var Hákun Debes, sum býr í Líðini

Kollafjørður: - Ja, hetta dámar mær væl, sigur 70 ára gamli kollfirðingurin.

Tað var heystligt henda seinnapartin, men tað forðaði kortini ikki Hákuni at leggja leiðina til flokkin av dunnum sínum.

Hetta lá væl fyri hjá honum, tí dunnur og gæs sínar hevur hann gangandi ikki so langt frá, har hann býr, her niðanfyri høvuðsvegin.

Nú farið var nakað av middegi var tíðin komin til enn einaferð at hugsa um húsdjórini.

Í eini spann hevði hann part av einum fransbreyði, sum hann breyt sundur til tær sera hugaðu dunnurnar. Og í botninum lá nakað av kraftfóðuri, sum hesar dunnurnar tó ikki fingu gleði av í dag.

- Tær eta væl, staðfestir Hákun Debes.


Jóladøgverðin

Í sínum langa lívi hevur Hákun tykist við mangt og hvat vinnuligt, bæði á landi og sjógvi.

- Eg havi verið sjómaður fyri tað nógva, men var heima í nøkur ár, meðan børnini vóru smá.

- Men annars havi eg verið burturi, sigur Hákun, og fer niður í spannina eftir seinasta fransbreyðnum á hesum sinni til svongu dunnurnar.

Ein bilur fer súsandi framvið okkum eftir smala bygdarvegnum. Hetta tykist kortini ikki nerva dunnurnar stórvegis. Tær gleða seg bara til henda matin, sum soleiðis verður tveittur niður til teirra frá vini teirra, Hákuni.

- Her vit nú standa, havi eg nýggju dunnur. Men har, longur yviri, har eru nógv fleiri - einar 60 í tali, greiðir hann frá.

Sum skilst enda fleiri teirra sum jóladøgverði seinni í ár.


Verpa væl

Hóast onkur kundi hildið, at dunnurnar eru einasta ítrivið hjá Hákuni, so er tað ikki rætt.

Hann hevur onnur áhugamál eisini. Eplini vórðu sett niður fyrr í ár, og nú fer at nærkast tíðini, tá tey skulu takast upp.

Men í mun til so mangar aðrar eldri menn, hevur hann ikki seyð.

- Nei, eg havi havt seyð, men ikki longur. Nú havi eg dunnur og gæs ístaðin. Og tað er í fínasta slag.

Dunnur hansara eru óførar at verpa, og plagar Hákun at leggja eggini í eina maskinu at klekja. Og úrslitið er óført, má sigast.

- Ta einu ferðina løgdu vit 46 egg í maskinuna, og tá komu 43 ungar undan. Og eina aðru ferð løgdu við gásaregg í. Tá løgdu vit 21 egg í, og út komu ikki færri enn 18 ungar, sigur hann íðin.


Í bátin

Tað var nakað eftir døgurða týsdagin í farnu viku, at Hákun var farin at geva dunnunum.

Men hetta var kortini ikki einasta mál á skránni henda dagin.

Næsta punkt á skránni var bátur hansara, sum hevur tørv á ymiskum neyðugum umvælingum.

- Eg fáist í løtuni við motorin í bátinum. Hann hevur nevniliga verið í ólagi í eina tíð.

- So tað kann gott vera at man fer á flot einaferð seinni. Tað er mikið møguligt, greiðir hann frá.