KAPPRÓÐUR: So er tað í dag, at róðrarárið 2013 endar.
Nú um eina løtu byrjar kappróðurin á ólavsøku, og um nakrar fáar tímar er greitt, hvør verður FM-vinnari í øllum róðrum.
Fleiri bátar eru longu FM-vinnarar, men í øðrum róðrum er øgiligur spenningur, nú teir 901 metrarnir í Havn skulu rógvast. At vinna á ólavsøku er heldur ikki at forsmáa hjá róðrarfólkinum.
Ein teirra sum fylgir væl við í ítrótti og kappróðri er Vagnur Michelsen, ítróttarskrivari..
Á heimasíðu sínari - www.hvannrok.fo hevur hann gjørt sær sína hugsan um róðrarnar í dag.
Hansara boð um vinnarar í dag eru hesi:
Barnaróður dreingir: Beinta úr Miðvági
Barnaróður gentur: Fipan Fagra ella Títlingur
5-mannafør dreingir: Drekin, í harðari kapping við Fípuna Føgru og Royndina Fríðu
6-mannafør kvinnur: Jarnbardur
6-mannafør menn: Sølmundur nr. 1, og Sundabáturin nr. 2, ella kanska onkur av hinum?
5-mannafør gentur: Erla Kongsdóttir
5-mannafør kvinnur: Ringt at gita. Helst okkurt óvæntað úrslit, tí teinurin er stuttur. Møguliga Ørnin við Teistanum, Havfrúnni og Drekanum í hølunum
8-mannafør: Argjabáturin
10-mannafør: Klaksvíkingur, men kanska Suðuroyingur ella Havnarbáturin gera ein vørr?
Á heimasíðu sínari grundgevur Vagnur Michelsen uppaftur meiri fyri metingum sínum. Hetta er áhugaverdur lesnaður fyri øll tey ið hava áhuga fyri kappróðri.
Men tú hevur kanska eina aðra hugsan. Hana ert tú vælkomin at deila við lesarar okkara í viðmerkingunum niðanfyri!