- Hetta er ein banki við nógvum og góðum hugskotum.
Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, um drúgva álitið, hann fekk í morgum við tilmælum um, hvussu vit aftur fáa fólkatalið í Føroyum at veksa.
Hann heldur, at talan er um gott verk, sum verður eitt hent amboð hjá politiska myndugleikanum í royndunum eftir at venda gongdini í fólkatalinum.
Hann heldur ikki, at hetta er ein heildarætlan sum so, men heldur er hetta ein hugskotsbanki við nógvum góðum tilmælum í.
Á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum fyri trimum vikum síðani, staðfesti hann, at vit eru noydd til at raðfesta og at leggja dent á hetta øki fyri at vit kunnu mennast upp á eitt enn hægri støði sum land.
- Har mugu raðfestingar til og har mugu umleggingar til, staðfesti Løgmaður á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum.
Hann legði afturat, at a?litið um fólkavøkstur skuldi ikki enda i? einari skuffu, og saman við landssty?rinum skuldi hann gera sítt til, at raðfestingar verða gjørdar i? kro?num og oyrum fyri at venda gongdini.
- Fyri meg er hetta eitt politiskt hjartama?l, sum eg fari at leggja alla orku i? at loysa, segði løgmaður á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum.
Tað ljóðaði næstan, sum tú setti títt politiska trúvirðið í veg fyri at fremja hesa ætlanina?
- Tað haldi eg ikki, tí eg kann ikki fara at seta trúvirðið upp á spæl fyri ein fakligan bíkling, sigur løgmaður.
Finna semju
Hann sigur, at veruleikin er, at álitið er handað í morgun, so av eyðsýniligum grundum hevur ongin politisk viðgerð verið av tilmælinum yvirhøvur.
Nú fara tey at viðgerða spurningin politiskt og sjálvur miðjar hann eftir at leggja málið fyri Løgtingið til aðalorðaskifti.
Tað fer landsstýrið at taka støðu til í næstu viku, leggur hann afturat.
Løgmaður sigur, at tá ið aðalorðaskiftið hevur verið, fæst at vita, hvørji tilmæli í álitinum um fólkavøkstur, politisk semja fæst um at seta í verk.
Hinvegin kann løgmaður ikki lova, at øll tilmælini verða sett í verk.
- Tað hevur serstakliga stóran týdning, at stig verða tikin, men eg kann ikki lova, at øll tilmælini verða sett í verk.
- Eg kann ikki lova at brúka 700 milliónir krónur, uttan eina gjølliga politiska viðgerð og semju, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Er longu raðfest
Tað fer at kosta einar 700 milliónir krónur at seta øll tilmælini í verk, men løgmaður heldur ikki, at hetta er so stór upphædd, tá ið hon verður drýggjað yvir fleiri ár.
Hinvegin staðfestir hann eisini, at summi av tilmælinum er longu staðfest í samgonguskjalinum – bara øðrvísi orðað.
- Eitt nú hevur samgongan longu raðfest at styrkja hægri útbúgvingar, so eg ivist onga løtu í, at tað er eitt málsøki, sum fer at verða raðfest, sigur løgmaður.
Hinvegin ásannar hann, at tað er bara fyri ein part, at tað sæst aftur í karmunum, at átøk at venda gongdini í fólkatalinum, verða raðfest.
Men tað heldur hann er púra nátúrligt, tí hetta álitið um fólkavøkstur, var ikki liðugt, tá ið karmarnir vórðu lagdir.
- Men hetta er spennandi og nú er tað ein spurningur um at raðfesta.
Fíggjast úr grunnum
Hinvegin heldur løgmaður eisini, at tað er ein spurningur um vit ikki skulu hugsa øðrvísi, tá ið spurningurin um at fíggja tey ymsu tiltøkini, tekur seg upp.
Hann sigur, at tað finst ein hópur av almennum grunnum við milliardupphædd í deyðum pengum í, og tað er ein spurningur um tað ikki er vert at brúka pengarnar úr onkrum av hesum grunnum at fíggja eina slíka verkætlan, sum hesa, við.
Hann vil kortini ikki nevna nakran ávísan grunn.
Samstundis heldur hann, at tað er áhugavert, at tosað verður um at lata dyrnar til føroyska samfelagið upp fyri útlendingum.
- Vit eiga at taka spurningin um tey fýra frælsini uppaftur, altso frælsið at flyta arbeiðsmegi, vørur, tænastur og kapital frítt ímillum londini.
- Tað verður ein týðandi táttur í royndunum at menna samfelagið og skapa fólkavøkstur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.