Eitt gott øki til vind

VINDORKA Ein meiri enn 11 ára gomul hugsan er nú um at gerast veruleiki hjá Sigert Patursson, festara í Hoyvík. Hósdagin var fyrsta stigið til ætlanina at framleiða elorku í Hoyvíkshaganum, tá ein vindmátari var settur upp við Gellingarklett. – Jú, hetta er ein stórur dagur, sigur hann brosandi.

Festur á eina mastur skal hesin vindmátarin nú geva eitt yvirlit yvir, hvussu regluligur og hvussu javnur vindurin er á økinum, ið liggur omanfyri Havnina í 340 metrar hædd.
- Vit mugu fyrsta gera hesar kanningarnar, áðrenn vit fara víðari. Soleiðis kunnu vit vita, hvussu verkætlanin fer at síggja út í framtíðini, sigur bóndin Sigert Patursson, ið er ein av stigtakarunum.
Saman við p/f Røkt í Vestmanna og stjóra tess, Jóhan í Niðristovu verður miðað eftir at kunna útvega orku umvegis vindmyllu, og sum aftur kann knýtast í verandi el-kervi.
Tað sjáldsama við hesi ætlanini er, at bæði Sigert og Jóhan høvdu í hvør sínum lagi gingið og hugsað um júst hetta økið.
Sigert var tó greiður um, at hann ikki einsamallur megnaði eina so stóra verkætlan. Men nú er so komið hartil, at fyrsta stigið á hesi leiðini er tikið.
- Um eitt ár ella so hava vit fingið eitt munandi betri yvirlit yvir, hvussu nógvur vindur er í hesum økinum, greiðir Sigert Patursson frá

Gott øki
Tað var kavi, sól og dýrdarveður hósdagin í farnu viku, tá tyrlan hjá Atlantsflogi kom við mastrini, har vindmátarin skal standa.
Men soleiðis verður helst ikki altíð. Tí økið her við Gellingarklett er eitt av plássunum í landinum við nógvum vindi av øllum ættum. Økið er haraftrat flatt, uttan fjøll íkring og hevur stóra fløtu.
Endamálið er nú at finna fram til, hvussu nógvur vindurin er, ella rættari: hvussu nógvir tímar um samdøgrið at vindur er á staðnum.
- Út frá hesum kunnu vit so síggja, hvussu nógv av brúkbarari orku ið vit kunnu framleiða, greiðir Sigert frá. - Hetta er sjálvandi altavgerandi fyri, hvussu stórari framleiðslu ið ein kann rokna við.