Eitt gott ár á føroysku sendistovuni

Fyri Rógva Absalonsen hevur tað verið ein spennandi og mennandi tíð at starvast á føroysku sendistovuni í London

Á sendistovu

 

Rógvi Absalonsen úr Havn hevur roynt seg á føroysku sendistovuni í London, síðani september í 2008. Hann hevur tikið sær av nøkrum vanligum uppgávum,

og so hevur hann eisini fingist við nakrar langtíðarverkætlanir. Rógvi hevur fingist við tvær stórar verkætlanir. – Tað er soleiðis, at vit royna at fáa eina yrkistænastu upp at standa í Føroyum. Í øðrum londum hava hægri læristovnar eina tænastu, sum nevnist ”Career service”, sum hevur til endamáls at sambinda vinnulív, arbeiðspláss og lesandi. Ì hesum sambandinum hugsaðu vit, at ein tíllík tænasta manglar í Føroyum. Vinnulívið í Føroyum hevur ikki veruliga samband við tey lesandi, serliga tey lesandi sum eru uttanlands. Og vit ætla so at fáa eina slíka tænastu upp at standa í Føroyum, greiðir Rógvi frá. Í byrjanini verður talan um eina skipan, sum sendir teldupostar út til lesandi um arbeiðsmøguleikar í Føroyum. Hin

verkætlanin hjá Rógva er ein kanning av útisetum í Bretlandi. – Tað er ein kanning, sum norðuratlantiski bólkurin gjørdi á fólkatingi á sinni. Har vera spurningur um alt millum himmal og jørð. Alt frá samleikakenslu til hugburðin mótvegis føroyska samfelagnum, og til framtíðarætlanir hjá hesum.

 

Lisið í Bretlandi

 

Rógvi las fýra ár í Skotlandi. Hann las á ”University á Aberdeen”. Eftir tað fór Rógvi til Londons, har hann tók ein yvirbygning á einum lærustovni, sum nevnist ”London School of Economics”. Tá hann var liðugur við lesturin har,

kom hann til sendistovuna at starvast í eitt ár. Rógvi greiðir frá, at tølini hann arbeiðir við vísa, at talið av føroyingum, sum lesa í Bretlandi

er í stórum vøkstri. Býtið av føroyingum, sum lesa í Bretlandi veksur hvørt ár. – Býtið av teimum, sum lesa í Danmark er í einari minking, men eg tori

ikki at siga, at tann gongdin fer at halda fram. Tá eg byrjaði at lesa í Aberdeen vóru vit 13 føroyingar, sum lósu har. Nú eru tað yvir hálvthundrað føroyingar, sum lesa í Aberdeen, staðfestir Rógvi. Rógvi metir, at tað eru

umleið 160 føroyingar, sum lesa í Bretlandi. Nógv eru í føroysku stuðulsskipanini, meðan onnur eru í skotsku stuðulsskipanini. Rógvi sigur, at tað er torført at seta tal á hvussu nógvir føroyingar búgva í Bretlandi, tí tá skal ein eisini til at definera hvør er føroyingur ella ikki. – Skal

tað til dømis vera talan um fólk, sum eru fødd í Føroyum, ella skal ein tosa føroyskt fyri at vera roknaður fyri at vera ein føroyingur? Her er talan um tøl við einari ógvuliga stórari óvissu, staðfestir Rógvi.

 

Vildi sleppa at læra á enskum

 

Spurdur um hví hann valdi at fara til Bretlands at lesa, svarar Rógvi, at tað er tí hann vildi sleppa at lesa á enskum. – Eg vildi hava kunnleika til

enskt, ikki bara á brúkarastøði, men á einum hægri støði. Rógvi angrar ikki, at hann fór til Bretlands at lesa, men hann vil ikki ráðgeva onnur hvar tey

skulu fara at lesa. – Eg kann kortini geva fólki, sum ætla at fara til Bretlands at lesa tey ráð, at tey kanna umstøðurnar væl og virðiliga. Alt ov

ofta hoyrir ein um føroyingar, sum fara á ein skúla, sum tey hava funnið á ”Google”, sigur Rógvi og harmast um hetta. – Men ynskir ein, sum eg at lesa á enskum, so er Bretland avgjørt eitt gott land at velja sær, og ynskir ein at fara til at stað, har nógvir føroyingar eru, so er Aberdeen eitt ógvuliga gott stað at fara til, men tá er Danmark sjálvsagt eisini ein góður valmøguleiki, staðfestir Rògvi. Sjálvur hevur Rógvi lisið samfelagsfrøði, við serligum denti á sosiologi, serliga mentannarsosiologi. Haraftrat hevur

Rógvi eisini lisið eitt sindur av søgu, og eitt sindur av búskapi..

 

Tríggir partar

 

Spurdur um hvat føroyingar fáa burturúr at hava eina sendistovu í London, svarar Rógvi: - Vit hava býtt arbeiðið hjá okkum upp í tríggjar partar, ein

politiskan part, ein búskaparligan part, og ein politiskan part. Vit hava verið trý fólk her, og hava vit verið noydd til at vera rættiliga

”allround”. Í politikki hava vit t.d. upplivað, at ein tvørpolitiskur bólkur er stovnaður í bretska parlamentinum, sum hevur stóran áhuga fyri Føroyum og føroyskum viðurskiftum. Vit hava regluliga fundir við hesar 20 parlamentarikkarnar um ymisk viðurskifti. Vit skipa eisini fyri ferðum. Sum

dømi kann eg nevna, at vit skipa fyri einari ferð hjá einum írskum ráðharra, sum ætlar sær til Føroya í næstum. Og so hava vit eisini tiltøk fyri lesandi

í Bretlandi, sum kunnu vera bæði politisk, mentannarlig og búskaparlig tiltøk. Og so hava vit eisini verið við til at skipa fyri mentannarligum

tiltøkum, har t.d. Teitur Lassen hevur verið við. Rógvi er glaður fyri starvsárið á føroysku sendistovuni í London, men nú fer hann at saðla um. Nú fer hann at gera sum breiða fjøldin av væl lisnum føroyingum, hann fer til Keypmannahavnar at búgva og starvast. Men Rógvi vónar at sleppa at brúka sína útbúgving í Føroyum í framtíðini. Við sær til Keypmannahavnar hevur Rógvi nógvan góðan førning úr Aberdeen og London.