Hvussu kom tað í lag at spæla saman við Hanusi, Kára P. og Stanley í Vestmanna?
Tað var ein eldhugaður vestmenningur, John Dam, sum segði mær frá ætlanini og spurdi, um eg vildi vera við. Sjálvandi vildi eg tað. Tað er jú ikki hvørt kvøld, at tú sleppur á pall við nøvnum sum Kára, Stanley og Hanus. Tað er ein heiður.
Hvat dámar tær at spæla fyri fólki?
Tað dámar mær væl, men tað verður ikki lættari við árunum, sum ein annars kanska skuldi trúð. Eg havi av royndum lært, at ein konsert er altíð eitt intimt samspæl millum teg og áhoyraran. Ert tú ótryggur, so verður áhoyrarin eisini ótryggur, kennir tú teg hinvegin i góðum hondum, so smittar tann kenslan eisini av út í salin.
Hvussu verður fløgan, sum tú gert í løtuni?
Hon verður framhald av konseptinum aftan fyri seinastu fløguna »Á Brúnni«, sum var rættiliga akkustisk og nakin. Hendan verður eisini akkustiskt orienterað, tó við fleiri elguitarum, trummum og røddum. Tekstirnir eru enn sum áður tiknir úr mínum egna universi. Teir eru merktir av upplivingum og menning seinastu árini og eru mest persónligir, men eisini eitt sindur samfelagsligir.
Hvussu vilt tú lýsa tínar sangir?
Tað er altíð ringt at lýsa sítt egna verk, men stutt kann eg siga, at har skal helst vera ein kjarni, sum fleiri enn eg kenna seg aftur í. Mær dámar væl at skriva um relatiónirnar manna millum, men eri ræðslusligin fyri at gerast ov sentimentalur og innantómur. Eg leggi stóran dent á, at handverkið er í lagi bæði málsliga og grammatiskt, og eg havi enn ikki upplivað, at eitt gott rím hevur spilt eina yrking!
Hví skrivar tú sangir?
Einfaldasta forkláringin er helst tann, at tað frá barnsbeini av hevur fallið mær nátúrligt at gera vart við meg kreativt, at tekna, skriva og spæla eitthvørt ljóðføri. Eg kann snøgt sagt ikki lata vera.
Hvør heldur tú er tín besti sangur og hví?
»Lat meg goyma teg« á bandinum »Blátt í støðum« lýkur rímiliga væl treytirnar, eg seti til ein góðan sang. Her hugsi eg serliga um samspælið millum orð og lag og framførslu.
Hvørjir bólkar og einstaklingar hava verið tín størsti íblástur?
Beatles, Beach Boys, Rolling Stones, Bob Dylan, Cat Stevens, Neil Young og Kári P.
Hvat er títt motto?
Eg fann uppá eitt beint nú: Ver tú sjálvur, tí eingin annar kann vera tað!
Hvat hevur lívið lært teg higartil?
At eg eri ikki einsamallur.
Hvønn týdning hevur átrúnaður í tínum lívi?
Kristindómurin er so líðandi vorðin eins týdningarmikil fyri meg og luftin, eg andi. Eg kann helst best lýsa tað við einum versi úr einum av mínum nýggju sangum.
Uttan teg var tøgnin tóm,
ljósið uttan lit og ljóm.
Ælabogin gráur var
um ei, Faðir, tú vart har.