Hvar verða jólini hildin í ár?
- Tað er faktist ein góður spurningur, tí tað er ikki avgjørt enn, sjálvt um stutt er til jóla.
Soleiðis segði Petur Asbjørn Lervig stutt undan jólum, og hann legði aftrat:
- Vit eru nýliga flutt í nýggjan bústað, so vit hava luftað tankan at samla øll inni hjá okkum, men annars so er tað vanliga hjá mær at vera hja mammu jólaaftan, og so deila vit 1. og 2. jóladag millum mína familju og verfamiljuna.
Hvat verður á borðinum jólaaftan?
- Tað vanliga hjá okkum er at hava dunnu jólaaftan, og sum oftast er tað ræst 1. jóladag. Onkuntíð hava vit havt gás, men tey mongu seinnu árini hevur tað verið dunna við uppskriftini úr Góðaráð.
Hevur tú eitt jólaynski?
- Eg havi sum so einki ynski. Hetta árið hevur verið sera hendingaríkt fyri meg. Vit hava ognað okkum ein nýggjan bústað. Eg eri blivin giftur maður og havi verið við til at avlevera Sandoyartunnilin saman við mínum dugnaliga samstarvsfeløgum í NCC.
Petur Asbjørn Lervig sigur, at ynskið hjá honum helst er tað sama, sum hjá so mongum øðrum - at øll hansara hava tað gott.
- Eg vil eisini ynskja øllum føroyingum eini gleiðilig jól.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Týdningurin av jólunum fyri meg kann samanfatast í nøkrum lýsingarorðum: Hugni, samanhald, familja og sjálvandi góður matur.
Og Petur Asbjørn Lervig leggur aftrat, at møguliga stingur eitt sindur av søtum seg upp, men av tí, at hann hevur sukursjúku, etur hann ikki nógv av tí søta.
- Í øllum meldrinum er skjótt at gloyma. at vit halda jól fyri at minnast føðing Kristusar. Eg haldi, at vit kundu øll stegðað á og minst til tað.
Hann leggur aftrat, at jólini eisini eru ein høgtíð, har saknur kemur á, og har vit minnast tey, sum eru farin.
- So, alt í alt so kann man siga, at jólini er tíðin, har vit steðga á og minnast og gleðast yvir tað, sum var og sum fer at koma, sigur Petur Asbjørn Lervig.