Eitt hervald krevur lógir

Hervaldið í Føroyum kann ikki virka uttan danskar lógir, og tí er tað undirornað, hvat løgtingið sigur. Tað ger danski verjumálaráðharrin føroyingum púra greitt í spurninginum um, hví løgtingið ikki varð spurt eftir, áðrenn harnaðarlógirnar vórðu settar í gildi

Danski verjumálaráðharrin er ikki at vika.
Hernaðarligu revsi- og rættargangslógirnar skulu vera galdandi í Føroyum. Uttan mun til hvat Føroya løgting heldur.
Tað gjørdi hann púra greitt, tá Fólkatingið mikudagin viðgjørdi uppskotið hjá Tórbirni Jacobsen, fólkatingslimi, um at taka hernarðarlógirnar av aftur.
Løgtingið samtykt einmælt í mai mánað at heita á donsku stjórnina um at strika hernaðarlógirnar. Í 2001 samtykti løgtingið eisini, at gomlu hernaðarlógirnar frá 1937 skuldu takast av, og ongar setast í staðin. Men hóast hetta setti danska stjórnin nýggju hernaðarligu lógirnar í gildi fyri Føroyar av sínum eintingum.
Tað var tvingandi neyðugt, segði verjumálaráðharrin í Fólkatinginum.
? Bæði hendan og undanfarna stjórnin vildu hava eina dagføring av hernaðarligu lóggávuni í Føroyum, so at hon svarar til ta lóggávu, sum vit hava í Danmark. Stjórnin heldur ikki, at økið kann liggja uttan ta serligu hernaðarligu lóggávuna, sum tørvur eisini er á í Danmark. Út frá fólkarættarligu grundreglum áliggur tað eisini donsku stjórnini at hava eina innanhýsis hernaðarliga revsiskipan, sum landsins hervald livir undir, sigur Svend Aage Jensby, verjumálaráðharri.
Verjumálaráðharrin vísir samstundis á, at Danmark í verjuhøpi er undirskipað altjóða samtyktum og avtalum, og tá hervald er staðsett í Føroyum, noyðist hernaðarliga revsilógin eisini at hava gildið í landinum.
Hann vísti annars aftur, at talan er um eitt eindømi, at danska stjórnin setir lógir í gildi fyri Føroyar uttan at hava fingið samtykt løgtingsins fyrst. Hann vísti til, at lógin um »dansk indfødsret«, lóg um danskar tænstumenn og lógin um danska tjóðbankan virkar í Føroyum, uttan at løgtingið hevur givið loyvi.
Annars segði danski verjumálaráðharrin enn einaferð, at hann boðaði Anfinn Kallsberg løgmanni frá, at hann vildi hava dagført lógirnar um hervaldið í Føroyum. Men hann gjørdi samtundis púra greitt, at talan var bara um eina kunning, og at løgmaður ongantíð hevði givið nakra heimild at seta lógirnar í verk fyri Føroyar.