Eitt hotell ið lýkur øll krøv

Nýggjasta hotellið í landinum lat leygardagin dyrnar upp í Runavík. Hóast fyristøðufólkini hava havt stutta tíð til fyrireikingarnar, er líkt til at fólk longu hava givið tí gætur: Í juni mánaði eru ikki nógv kømur eftir at útleiga.

Runavík: Tey eru ikki óvon við hotellvirksemi, - hjúnini Andreas og Kirstin Andreassen, sum nú hava tikið yvir á Runavíkar Sjómansheimi.
Tey vóru fyri nøkrum árum síðani leiðarar á sjómansheiminum í grønlendska býnum Holsteinsborg. Nú hava tey tikið við avbjóðingini at reka hetta gistingarhúsið í Runavík í framtíðini.
Sum ein part av hesi ætlan hava tey samstundis boðað frá, at navnið á hesum sjómansheiminum verður broytt. Støðið er hækkað innanveggja, og tí kunnu tey uttan at smæðast kalla nýggja arbeiðspláss sítt fyri Hotel Runavík og við undirheitinum Sjómansheimið.
Bæði Kirstin og Andreas hava góðar vónir fyri framtíðina, og tey kunnu longu nú fegnast um, at bíleggingarnar so smátt eru byrjaðar at koma inn, bæði á páskum og ikki minst í summar.
Hotellið hevði almenna móttøku leygardagin, har nógv fólk vitjaðu inn á gólvið fyri at ynskja teimum góða eydnu við virkseminum í framtíðini.

Broytt konsept
Í august mánaði í fjør lat Runavíkar Sjómansheim dyrnar aftur, og síðani tá hevur tað ikki verið opið.
Men nú skal gongd koma aftur á hetta gistingarhúsið, har langt er til næsta húsið av slíkum slagi.
Nýggi stjórin á Hotel Runavík hevur tí góðar vónir fyri framtíðina fyri hotellið. Og hann hevur eisini sínar orsøkir til tað.
- Vit hava broytt konseptið við hesum staðnum rættiliga nógv. Í fyrsta lagi hava vit valt at reka hetta sum eitt hotell við tí, sum hoyrir til eitt slíkt.
- So vit fara hereftir at satsa uppá tvey ting: Gisting og matstovu, sigur hann.
Og tað er eisini nógv sum bendir á, at fólk longu nú hava víst hesum nýggja hotellinum áhuga.

Nógvir møguleikar
Andreas sær nógvar møguleikar við rakstrinum av hesum nýggja hotellinum. Bygningurin uttan er hóast alt hin sami, men innan eru rættiliga stórar broytingar gjørdar.
Nógvar av hesum broytingunum vóru longu gjørdar, tá Andreas og konan herfyri gjørdu av at lata sjómansheimið uppaftur. Men tey hava so hildið fram við hesari dagføringini innanveggja.
Ein stór broyting er, at tey hava innrættað eitt rættiliga stórt høli til ymiskt virksemi, har allir nútíðar hentleikar eru til bæði at hava skeið og fundir.
- Í dag kann eg siga, at hetta staðið er nútímans við øllum tí, sum kravt verður í dag, sigur hann.

Gott mót
Tað er altíð trupult at fara undir nýtt virksemi, og tað er eisini trupult at lata eitt hotell upp, so tætt uppundir summarsesongina.
Men hetta hevur kortini ikki tikið mótið ella dirvið frá nýggja stjóranum. Tí longu nú sær ljóst út fyri komandi summar.
Tað varð sagt í hesum blaðnum herfyri, at tað er trupult at fáa ferðafólk hendavegin í juli mánaði. Tað átti at verið tann besti mánaðurin til fremmand ferðafólk, men trupult er hjá teimum at sleppa hendavegin, tí so nógvir føroyingar vilja sleppa heim í summarfrí.
- Hetta hava vit eisini merkt til í bíleggingunum. Og tá eg so hyggi í kalendarin, so síggi eg, at juni mánaður er í veruleikanum tann besti mánaðurin hjá okkum, sigur Andreas.
Hóast stutt er fráliðið síðani tey alment boðaðu frá ætlan síni at lata Hotel Runavík uppaftur, so hava tey longu fingið fleiri positivar reaksjónir frá fólki, meðan tey hava fyrireikað upplatingina.
- Eg vóni so bara, at fleiri fara at koma higar at búgva, og serliga størri bólkar av ferðafólkum, sigur hann.

Opið á páskum
Nú standa páskini fyri framman, og tí er spurningurin um fólk ikki fara at ferðast til familju og vinir kring landið, heldur enn at fara á eitt hotell at búgva.
Hotel Runavík kemur kortini at hava opið allar dagarnar um høgtíðina, eins og vanligt - frá kl. 7 á morgni til 10 á kvøldi. Og líkt er til, at tað verður heldur ikki heilt fólkatómt í hotellinum hesa komandi vikuna.
Støðan er nevniliga tann, at tær kristnu samkomurnar kring Skálafjørðin hava páskastevnur á ikki færri enn trimum støðum.
- Og fleiri av luttakarunum á hesum stevnum fara at búgva her hesar dagarnar, sigur Andreas.


? Sum at koma á eitt hotell

Fólk vóru positivt yvirraskað av nýggja hotellinum, tá almenna móttøkan var leygardagin.

Hotellvirksemi
Snorri Brend

Runavík: Í lýsingum hevði nýggja fyristøðuparið á hotellinum boðið til almenna móttøku seinasta leygardag.
Fjølmiðlarnir høvdu eisini víst hesum málinum áhuga, og tað sama gjørdu eisini hópurin av fólki.
Dyrnar vórðu lætnar upp á middegi, og vóru fólk nógvastaðni frá og vitjaðu inn á gólvið. Tey hava fyrr vitjað Runavíkar Sjómansheim, men kundu nú á fyrsta sinni trína inn um dyrnar á tí nýggja Hotel Runavík við undirheitinum Sjómansheimið.
Tey, sum ikki høvdu verið á hesum gistingarhúsinum í eina tíð, mundu beinanvegin varnast, at her var stór broyting hend.
Sum ein segði tað: - Hetta er akkurát sum at vera á einum hotelli!
Onnur heilsaði stjóranum og konuni, og ynsktu teimum góðan byrð. Hetta vóru serliga fólk, sum hava áhuga fyri sjómansheiminum og sjómanmissión. Og uppaftur onnur komu við blómugávum frá missiónsvinum í økinum.
Samanlagt kann sigast, at hesin fyrsti dagurin gevur fyristøðufólkunum vónir um at tað fer at eydnast, - tann ætlanin um at reka hetta hotellið sum eitt hotell í framtíðini.

Málningaframsýning
Sjómansheimið hevur tey seinastu mongu árini verið fyri munandi broytingum og ábøtum á tað, sum var vorðið ótíðarhóskandi.
Innkomin í gongina sær ein alt fyri eitt, at her er meiri ljóst at koma inn. Og tá tú kemur upp á fyrstu hædd kemur tú beint í móttøkuna.
Til høgru fyri móttøkuna, har lesistovan var áður, er gjørt eitt sera hugnaligt rúm við góðum møblum og borði, har ein rættiliga kann slappa av eftir langa ferð.
Matstovan er ikki til at kenna aftur, tí hon er vorðin nógv ljósari og meiri tíðarhóskandi. Og tann lítli salurin har afturi er í dag umbroyttur til eitt fundarhøli, har ein við alskyns hentleikum hevur møguleika at hava øll skeið og fundir.
Eitt annað nýskapandi við hotellinum er tann møguleikin, sum nú verður royndur við at hava listaframsýning inni í matstovuni og fundarhølinum. Í løtuni hevur 38 ára gamli Magni Mikkelsen av Toftum framsýning við 24 av sínum verkum. Hann kundi tíverri ikki vera til staðar til almennu móttøkuna.
Kømrini eru eisini vorðin nútíðargjørd við árunum, og tí er tað nýggja fyristøðuparið á mangar mátar komin til skorin klæðir.
Tey hava sjálvi sett síni sermerki á tað nýggja hotellið, soleiðis at tað í dag lýkur øll krøv, sum sett kunnu verða Hotel Runavík.