Eitt ísfiskalínuskip fiskar við Føroyar, men fiskiskapurin er smáligur.
- Teir fáa mest av hýsu, og skipið kemur inn at landa mánadagin komandi.
Tað siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Sjey frystilínuskip eru til fiskiskap í íslendskum sjógvi, og eitt fiskar undir Føroyum.
- Skipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Streymurin er hampiligur, men harðnar, sum næsta vika gongur. Veðrið verður heldur einki serligt.
- Vit vænta ikki nógvan útróður, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er brúkiligur, verður lagt aftrat.