EITT kappróðrarfelag fyri alla oynna

Nevndirnar í Froðbiar Sóknar róðrarfelag og Vágs kappróðrarfelag høvdu mánakvøldið stovnandi aðalfund av kappróðrarfelagi. Felagið kallast: Suðuroyar kappróðrarfelag.

Í hesi fyrstu nevndini hjá Suðuroyar Kappróðrarfelag eru fimm limir.

Froðbiar sóknar Róðrarfelag er umboðað av Bjarna Hammer og Júst Johannesen. Vágs Kappróðrarfelag er umboðað av Johan Sofus Muller og Heri Mortensen, og sum aktivur rógvari er Bárður Poulsen úr Vági valdur. Nevndin fer seinni at skipa seg sjálv.


Tað fyrsta árið verður tað bert tíggjumannafarið, sum samstarvað verður um, veit Suðurrás at siga frá.

Feløgini bæði fara framhaldandi at virka sum vanligt, við kappróðri í smærru bátastøddunum, umframt fyriskipan av Jóansøku og tílíkt.


Avgjørt er, at tíggjumannafarið skal eita Suðuroyingur, og er tað longu bílagt hjá bátabyggjaranum Sámali Hansen í Runavík. Nevndin fer væntandi at útskriva kapping um bátalitir og búmerkið felagsins.


Nevndin sær nú fram til eitt spennandi kappingarár 2012, har - sum tey siga - øll Suðuroyggin fer at standa saman um nýggja tíggjumannafarið.