Jógvan við Keldu,
løgtingsmaður
SAMSTUNDIS SUM TJÓÐVELDISVALEVNIÐ TIL BÝRÁÐIÐ Í TÓRSHAVN SLAPP AT LESA UPP Í ÚTVARPINUM, VARÐ FÓLKAFLOKSVALEVNIÐ TIL BÝRÁÐIÐ Í KLAKSVÍK SETT Í KARANTENU.
Nakað áðrenn seinasta býráðsval, vóru fólk hjá Klaksvíkar kommunu í samband við útvarpsmann, tí at ein barnaansingarstovnur skuldi lata upp. - Lat vera sagt, at júst tá var rættiliga nógv frammi um barnaansing og ansingartørv.
Tey nevndu síðani við meg, at útvarpið eisini vildi tosa við meg sum borgarstjóra.
Eftir boðum ringdi eg til útvarpsmannin og spurdi, um hann ætlaði at tosa við meg.
Svarið var rættiliga einfalt, ?ja, men Jógvan tú ert í karantenu?.
Síðani fór eitt vist kjak fram okkara millum. Eg spurdi, hvssu eg var í karantenu, tá eitt nú annað býráðsvalevni las bøkur upp í útvarpinnum. - Svarið frá útvarpsmanninum var bara okkurt hissini.
Nú málið um Sjónvarp Føroya, Hergeir Nielsen og exklusivu samrøðuna við Jóannes Ejdesgaard eftir tíðindalok er so nógv frammi, kundi henda útvarpssøgan verið heldur viðkomandi.
HVØR HELDUR BLAÐMANNAFELAGIÐ MUNURIN ER
Útvarpsmaðurin Gunnar Skúvadal vísti einum valevni, sum var borgarstjóri aftur at tosa um nakað so viðkomandi sum, at ein barnaansingarstovnur lat upp, tí valevnið var í karantenu.
Samstundis lesur tjóðveldisvalevnið Jógvan Arge uppstillaður til Tórshavnar býráð upp.
Fólkafloksmaðurin Jógvan við Keldu uppstillaður til Klaksvíkar býráð sleppir ikki í útvarpið, tí hann er í karantenu.
Hvør er munurin, hvat heldur blaðmannafelagið um eitt tílíkt dømi. ? Er hetta ber tilvild.
Ja, lat okkum nú siga, at eg kærdi til programleiðara útvarpsins. Hvat hevði so hent.
Jú, programleiðarin eitur Jógvan Arge, valevni tjóðveldsfloksins til Tórshavnar Býráð.
Tað hevði borið til at kært til stjóran. Hvar stóð hann í einum tílíkum máli. ? Kanska hevði hann sent málið til útvarpsnevndina, sum síðani hevði sent málið aftur til stjóran við bøn um viðmerkingar.
Helst hevði eg einaferð fingið eitt svar, men helst ikki fyrr enn eftir býráðsvalið.
HÓAST ÚTVARPSNINS ANDSTØÐU VANN EG TÓ
Fyri tíð síðani las eg frálíku bókina ?Journalisten som aktivist?. Har tekur hann millum annað til, at ?henda núverandi ?rasan? av tíðindafólkum fer at doyggja út?.
Eg fari tó at enda við, at eg fekk ikki færri atkvøður av hesi løgnu hending, men hvør veit, um eg ikki stóð enntá sterkari, um eg sum fólkafloksvalevnið fekk somu viðferð, sum tjóðveldisvalevnið.