Á myndini eru Anna Simonsen, Jastrid Gullaksen, Erla Mortensen og Gunvá við Keldu, nevndarforkvinna

Grafia og Anna & Annað leggja saman

Nýggjur og spennandi kapitul á Grafia. Frá 1. juni 2025 leggja grafisku virkini Grafia og Anna & Annað saman, undir navninum Grafia.

Á myndini eru Anna Simonsen, Jastrid Gullaksen, Erla Mortensen og Gunvá við Keldu, nevndarforkvinna

Tíðindaskriv:

 

Jastrid Gullaksen hevur valt at takka fyri seg, og fer frá sum stjóri í felagnum. Anna Simonsen, sum hevur rikið fyritøkuna Anna & Annað, tekur við sum stjóri.

Síðani 2019 hava Grafia og Estra havt somu eigarar, og tískil fer Grafia undir ein nýggjan spennandi kapitul í hølunum hjá Estra í Syðrugøtu. Skrivstovurnar í Klaksvík lata aftur, men grafiska virksemi við sniðgeving til prent, print, folio og talgildar miðlar heldur fram.

Á Grafia starvast nú Erla Mortensen og Anna Simonsen, sum báðar hava drúgvar royndir innan sniðgeving.

 

– Vit síggja fram til eina spennnandi framtíð og vóna at góða samstarvi við kundar okkara heldur fram, siga tær.

 

 

Á myndini eru Anna Simonsen, Jastrid Gullaksen, Erla Mortensen og Gunvá við Keldu, nevndarforkvinna