Kongshjúnini vitja á Eiði í morgun

Nógv fólk eru komin saman at taka ímóti kongshjúnunum, sum um eina løtu leggja at við kongsskipinum Dannebrog

Myndir: Álvur Haraldsen

Í dag vitja kongshjúnini á Eiði. Kongsskipið Dannebrog er við at leggja at á Eiði, sum er síðsta staðið, sum kongshjúnini vitja hesaferð. 

 

Skipið leggur at bryggju nú klokkan 9:45. Síðani er skráin hendan:

 

Kl. 10.00       Kongshjúnini koma í land.

 

Kl. 10.10       Farið verður við bili til myndastovuna hjá Sigrun Gunnarsdóttir

 

Kl. 11.00       Komið verður við bili oman á Vaglið, har Eiðis kommuna er vertur fyri almennari móttøku. Borgarstjórin heldur røðu og navnkennir bygdaráðið.  

 

Kl. 11.20       Spákað verður framvið ellisheiminum til Hólmahúsið.

 

Kl. 11.35       Komið verður til Hólmahúsið, har borgarstjórin er vertur fyri miðmála.  

 

Kl. 12.45       Farið verður við bili aftur til kongsskipið Dannebrog.

 

Kl. 12.50       Komið verður til kongsskipið Dannebrog, og kongshjúnini fara umborð.

 

Kl. 18.00       Kongshjúnini eru vertir fyri móttøku umborð á kongsskipinum Dannebrog.

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

##med14##

 

 

Myndir: Álvur Haraldsen