Eitt løgið og ógrundað álop!

Jenis av Rana
-----
í Sosialinum mánadagin skuld­setur Sólborg Dulavík meg fyri ymiskt, sum eg ikki kenn­ist við.
Talan er um eina av teim­um niðrandi greinunum, sum tú av og á skrivar, Sólborg, og sum klæða tær so illa! Tað harmar meg, og kanska ser­liga, tí at eg eri offrið hesa­ferð.
Tað er mær ein stór gáta, at tú, uttan víðari, velur at trúgva tí, onnur siga meg hava sagt og skrivað. Hevði ikki verið rættast, áðrenn tú orðar teg sum tú ger, at tú kannaði um tað er rætt, sum tú pástendur, og átti tú ikki fyrst at tryggjað tær, at eg veruliga havi skivað og sagt tað, tú sigur?
Fastheldur tú, at tú veru­liga hevur lisið og hoyrt tað, tú skuldsetur meg fyri, so fari eg við hesum at heita á teg um at finna hesi brot fram og kunngera tey!

Munur á veruleika og fordómum
Álopið á meg gevur mær enn einaferð høvið at minna á, at mangan er stòrur munur á tí, tú ger og sigur og tí, tú verður lagdur undir at gera, siga og skriva. Eitt slíkt dømi er greinin, tú óivað sipar til, sum herfyri stóð at lesa í danska blaðnum Informatión. Mið­víst varð eitt av svarum mín­um snarað á, so at tað, ístaðin fyri at verða ein til­sipan til hagtøl, bráddliga kundi fatast sum eitt álop á ein samfelagsbólk. Og hetta varð sjálvandi kærkomið hjá teimum, hvørs fordómar bert bíða eftir at verða váttaðir.

Sjálvt fólkatingið tók hagtølini í álvara
Tú burdi kent meg betur enn at trúð hesum, loyvi eg mær at pástanda! At loypa á onnur er ikki mítt lyndi, tvørturímóti! Og í svari mín­um skuldsetti eg ongan, hvørki einstakling ella bólk. Eg vísti bert á kanningar og hagtøl, sum eru alment kend, kunnug og brúkt, eisini av teim­um, hvørs fordómar vildu verði váttaðir, um eg leyp á.
Hesar kanningar og hesi hagtøl brúkti eg í svari mínum til journalistin, fyri at vísa á, hvussu neyðugt tað er, at veita hesum fólkum hjálp. Og tað er einki forgjørt ella tíansheldur nýtt í tí, tí fleiri enn eg vísa á tað sama, m.a. danska fólkatingið, har tey í sept. 2012 sóu seg noydd at skipa fyri einari hoyring um tann dapra veruleikan, sum hesi hagtøl avdúka. Hetta gjørdu tey, við sama motivi sum eg, at royna at finna fram til, hvussu man kann veita hesum fólkum hjálp.

Hagtølini burdu vakt empati
Loyvi mær at endurgeva hetta brotið úr svari mínum til journalistin:
……" kanningar vísa, hvussu illa homosexuella lívs­førsl­an fer við menniskjum. Sjálv­­morðs­títt­leikin er høg­ur, misnýtsla av alkohol og narko er í hæddini, somu­leiðis kriminalitetur og ótrú­skapur. Sjálvsvirðið er lágt, og sjálvt livialdurin er markant lægri enn hjá teimum, sum velja at liva eftir teim for­skriftum, Skaparin setti fyri skapanarverk sítt " ....
Ongi álop, Sólborg, men ein vísan til til hagtøl, sum einhvør, við einum minimum av empati, átti at tikið til sín og kent ábyrgd av! Øll hesi hagtøl og tær kanningarnar, sum eru grundarlagið undir teimum, finnur tú í hópatali á alnótini, um tú hevur áhuga fyri veruleikanum!
Eg mæli tær til at finna fram hagtølini, men tey eru ræðandi! Og eg vóni og vænti, at tú kunnger tað, tú í grein tínari sigur teg hava lisið og hoyrt frá mær. Men lat tað verða orð míni, og ikki orð annara um tað, tey siga eg havi sagt og skrivað.