Fólkatingsval
Edvard Joensen
Hóast hann alla tíðina ivaðist í veljarakanningunum, heldur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldisflokkinum, at úrslitið var løgið. Hann hevði ikki væntað Sambandsflokkinum ta undirtøku, flokkurin fekk.
Hann sigur, at hann sá beinanveg, tá tey fyrstu úrslitini komu, at veljarakanningarnar fóru ikki at halda. Tær søgdu allar, at Tjóðveldisflokkurin fór at verða nógv størsti flokkur. Men tað gjørdist aftur í móti sera stórur spennignur um, hvørt flokkurin yvirhøvur fór at fáa mannin, so hvørt sum úrlsit og forsagnir komu inn, sigur Høgni Hoydal.
Tað gjørdist til allarseinast Havnin einsamøll, sum gjørdi av, at Tjóðveldisflokkurin fekk mannin í kapping við Javnaðarflokkin, vísir hann á.
Hann metir, at tað, at Tjóðveldisflokkurin er sterkur í Havn, bendir á, at talan er um eina polarisering, tí eisini Sambandflokkurin var sterkur í Havn til fólkatingsvalið.
Hinvegin heldur Tjóðveldisflokkurin støðuna í Havn síðan løgtingsvalið, vísir Høgni Hoydal á.
Høgni Hoydal takkar øllum, sum hava styðja Tjóðveldisflokkin og hann sjálvan persónliga.
Hann fer nú á fyrsta fundin hjá Fólkatinginum at halda eina røðu. Um løgmaður ikki sigur nei, tekur hann aftur í aftur. Síðan ætlar hann at lata sessin til næst mann á Tjóðveldislistanum, sum er Torbjørn Jacobsen. Tað hevur hann altíð ætlað, sigur hann, tí arbeiðsbyrðan í landsstýrinum er so mikið stór, at tað ber ikki til at røkja bæði størvini samstundis, sigur Høgni Hoydal.
Síðan velst alt um, hvussu verður eftir næsta løgtingsval, um hann tá verður landsstýrismaður ella ikki. Verður hann ikki tað, fer hann at taka fólatingssessin aftur og røkja hann, til valskeiðið er úti.
Tað er ikki undir trýsti frá løgmanni, at hann fer at lata fólkstingssessin frá sær, sigur Høgni Hoydal. Tá hann í Sosialinum herfyri varð endurgivini fyri at siga, at hann kanska fór at røkja bæði størvini, sum landsstýrismaður og fókatingsmaður, man tað hava verið tí, at hann ikki hevur verið nóg greiður í sínum úttalilsum, sigur hann.
Hann vil millum annað nýta fólkatingssessin til at fáa føroyingum rættin til at vera tjóð, rættin til tjóðarmál og ognarrættin til undirgrundina, sigur hann.
?Tí tá tað er loyst, merkir tað, at vit hava rættin í Føroyum til javnbjóðis samráðingar, og at Danmark ikki kann brúka tað búskaparliga trýstið, sum hevur verið.
Hann heldur annars, at tað verður ein sera spennandi tíð at vera fólkatingsmaður, nú, oljan er funnin undir Føroyum, tí tað fer at kollvelta øllum føroyskum politikki, sigur hann.
Mynd - Høgni Hoydal
Myndatekstur:
Høgni Hoydal fer at brúka fólkatingsessin til at fáa Føroyum avgerðarættin til undirgrundina, tjóðarmál og rættin til at vera tjóð
Mynd: Jens Kristian Vang