Amerikanski forsetin, Barack Obama, fekk alt at kóka, tá hann kom á røðarapallin á demokratiska landsfundinum í nátt. Við sínum óvanliga góðu evnum at røða royndi hann at sannføra áhoyrararnar um, at forsetavalið í heyst er eitt lagnuval fyri USA. Hann segði, at ongantíð áður hava veljararnir havt tvær so ymiskar leiðir at velja ímillum, men at tað samtíðis eigur at vera so meikið meiri einfalt at velja ta røttu leiðina.
-Í komandi árum skulu stórar avgerðir takast í Washington um arbeiðspláss og búskap, skatt og hall, orku og útbúgving, kríggj og frið - avgerðir, sum fara at hava ovurstóran týdning fyri okkara lív og lívið hjá børnum okkara í mong áratíggju, segði Obama.
Hann segði, at hann ætlar sær ikki at billa fólki inn, at tað verður lætt at ganga hansara leið, og at trupulleikarnir verða loystir eftir stuttari tíð.
-Tað havi eg ongantíð gjørt. Tit valdu meg ikki, so eg skuldi siga tykkum tað, sum tit vildu sleppa at hoyra. Tit valdu meg til at siga sannleikan, segði Obama og legði afturat, hann ætlar sær at útvega eina millión arbeiðspláss í ídnaðinum innan 2016.
Amerikanska forsetavalið verður tann 6. november.