Tað var so meting okra - grundað á metingar, ið siga, at óhepnu avleiðingarnar av karensdøgunum, saman við øktari administratión, eta upp alla tað upphædd, sum tað almenna heldur seg spara. Tí, m.a., er man í grannalondum okkara farin burtur frá karensdøgum.
Hvat ger ein vælvirkandi trivnaðarnevnd og formaður hennara við slíkar mótstríðandi upplýsingar?
Jú, sjálvsagt setur hann eitt arbeiði í verk fyri um gjørligt at finna sannleikan í hesum máli, kallar inn allar partar, letur kanna í grannalondum okkara hví farið er burtur frá karensdøgunum, og sjálvandi spyr nevndin óheftar serkønar um, hvussu meting teirra er av avleiðingunum av burturtøkuni av karensdøgunum.
Men, nei - soleiðis arbeiðir trivnaðarnevnd okkara ikki. Ein telefonuppringing (ella var tað bræv/fax), og so trínur annar parturin (mundi skrivað revurin - hugsaði um paralellin, revin, sum át gásina), inn í fundarhølið, og greiðir frá hvussu ræðuligar fylgir tað fer at fáa, um løgtingið ber aftur til fólkið tað, sum løgtingið læti fyri 6 árum síðani.
Vórðu hini boðin á fund, tey, ið vildu vera við, at avtøka av karensdøgunum einki kostaði landskassanum vegna óhepnar avleiðingar v.m. - sloppu tey at grundgeva síni sjónarmið - nei!
Heitti nevndin á óheftar at geva teirra sjónarmið (slíkir vildu uttan iva kanna í grannalondunum, hví hesi vrakaðu hetta, sum av javnaðarmonnum varð innflutt til okkara í 1993) - nei!
Aftaná at hava hoyrt landsstýrismann og kvinnu (sum enntá váttaði, at hon eingi hagtøl hevði at grunda sínar pástandir og tøl á), uppdagar formaðurin, at hann hevur verið ov bláoygdur, tá hann trúði okkum, ið vildu vera við at uppskotini einki fóru at kosta.
Hvussu bláoygdur kann man vera, og hvussu vánaligt nevndararbeiði kann man loyva sær at lata úr hondum?
Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin