Og tað kann væl vera at vit eru serstøk. Eg veit so ikki um naka annað fólk sum í sovornan mun livir sítt lív við bindi fyri eyguni. Vit hava heimsmet í kristindómi (mest sunnudag) og í Føroyum er ongin rasisma (uttan tá ið nekarar og sovori kemur higar). Tjóðskaparkensla føroyinga hevur sjálvandi ikki sín líka í øllum heiminum (tó mest 12. mars og 25. apríl og tá ið landsliði vinnir). Arðar tíðir av árinum liggur tjóðskaparandin og sutlar stríput flesk í kjøtgrýtunum hjá Margrethu II. Um sjálvsvanvirðing ger nakran serstakan so eru vit av sonnum serstøk. Herfyri spældu Føroyar og Danmark landsdyst á Tórsvølli, hetta mergjaða navn ið minnir okkum á víkingafortíð okkara, brøgd á villini havi og ránsferðrir á meginlandinum. Men hvat hendi? Í útvarpinum bórust tey tíðindi at einir 20 atlantsrisar sum altíð høvdu hildi við danska landsliðnum hildu ikki at nøkur orsøk var til at broyta hetta. Ístaðin gjørdu hesir mergjaðu menn kollektivt tjóðskaparligt sjálmorð, grýttu alla sjálvsvirðing fyri borð og settust, ovetnir av afturhaldstálg, at veittrað við danabrók.
Ein meiriluti av hesum mæta oyggjslag vil hava fullveldi. Men bara um danir halda fyri í eini fimtan ár ella so. Eg meini tað. Tjóðskapur við lagaligum gjaldstreytum. So sera serføroyskt. Vit syngja um fosturlandskærleika á grækarismessu og á flaggdegnum, men skulu vit vága nakað fyri at seta orðini í verk? Ikki um tvøran fótin. Tað er nógv betri at onkur annar hevur ábyrgdina. So kann mann leggja seg afturá at grenja um armóð, neyð og rotinskap og peika eftir øllum hinum sum hava skyldina. Vit eru eitt veldugt fólk, men vit líta ikki okkum sjálvum til at taka fult ræði í okkara egna landi.
Og hetta væntandi sjálvsálit og óttin fyri tí ókenda er ein hestur sum okkara stóru andstøðuflokkar hava duga væl at riði á. Jóannanes Eidesgaard og Edmund Joensen hava trútta niður í fólk at um vit fáa fullveldi fer livifóturin niður og tað verður armóð í Føroyum. Og tað verður armóð við lít. Hygg bara eftir teimum nýggjastu innflutningstølunum. Tað er onki mark fyri hvussu nógvar pengar vit hava ráð til at senda japanska bil- og elektronikkídnaðinum og donskum møblaframleiðarum, men fullveldi hava vit ikki ráð til. Tá kollsiglir alt. Hagtølini siga eisini at lønarvøksturin er størstur í tænastuvinnuni og í almannaverkinum. Ella v.ø.o. vit eru fleiri barberar sum ganga og klippa hvørjum ørðum. Eg havi ofta hoyrt sambandsmenn brúkt donsku almannaveitingina til Føroyar til at argumentera fyri ríkisfelagsskapinum. ?Vís mær hvar vit kunnu skaffa eina milliard, so skal eg atkvøða fyri loysing?. Jú men, tað er onki problem. Handan milliardin vendir á keikantinum. Hon fer til meirnýtslu av frasi og stakkalastási og til fleiri barberar sum kunnu ganga og klippa hvørjum ørðum. Tað ringt at fáa eyga á nakra virðisskapandi avleiðing av ríkisveitingini. Tey siga eisini at danir gjalda vælferðina og at hon dettir niðurfyri um ríkisveitingin steðgar. Og tað má sigast at vælferðin og ríkisstuðulin síggjast aftur í hækkandi innflutningstølunum. Hinvegin sæst ikki nógv til teirra í útflutningstølunum.
Eitt anna sum ger okkum serstøk er tann serføroyska útgávan av skaðafrøði. Onki er so lívsjáttandi hjá okkum føroyingum sum tá ið tað gongur okkara landsmonnum illa. Teir báðir sambandshøvdingarnir Jóannes Ejdesgaard og Edmund Joensen hava so eisini verið í sjeynda himli síðan landsstýri kom í andróður niðri á Christiansborg. Og við øllum teirra ?eg segði tað altíð? og ?var tað ikki tað ið eg visti?, hevði tað verið ein vanlukka fyri Jóannes og Edmund um landsstýrið álikavæl fekk eitt gott úrslit. Tískil arbeiða teir av lívsins kreftum fyri at úrsliti skal gerast so vánaligt sum møguligt. At landsstýrið hevur fingið staðfest at vit varveita øll rættindi í Danmark nærum óbroytt royna teir at dylja sum mansmorð. Teir meyla upp í saman um mist rættindi, men fer mann at spyrja hvørji rættindi eru mist dettur tað korthúsið saman tí teir kunnu onki konkret vísa á. Ovfarakætið yvir at stjórnin heldur fast um 4 ára skiftistíðina fáa teir ikki krógva. Tað virksemi sum hesir báðir fremja, í ovfarakæti ella panikk, minnir ikki sørt um tað virksemi ið fekk navn eftir einum norskum politikkara sum virkaði undir týsku hersetingini undir seinna heimsbardaga.
At Edmund ger sum hann ger, er kanska ikki so ringt at skjilja. Maðurin hevur ongantíð krógva at hann stendur fyri svørtum afturhaldi. Vit minnast at hann gekk við nývalinum í lummanum tá ið júst javnaðarflokkurin fyri ikki so langari tíð síðani tosaði um at endurskoða ríkisfelagsskapin og ætlaði koma í tingið við einari sjálvstýrislóg. Um ríkisfelagsskapurin bleiv so mikið sum umtalaður í løgtinginum bleiv nýval útskrivað. At hann so nú tosar um at endurnýggja ríkisfelagsskapin vísir bara at sjálvt tað svartasta afturhaldið noyðist at boyggja seg fyri teimum politisku vindum sum blæsa um sessurin skal varveitast. Ikki tí, seinastu veljarakanningarnar geva ikki Edmundi stórvegis møguleika fyri at varveita sessin. Ikki uttan so at hann ger sum onkur javnaðartingmaður úr suðuroynni fyrr hevur gjørt og stillar upp í Havn. Tá slepst so væl undan lokalpolitiskum lyftum tí politikkur í suðurstreymi er jú sum kunnugt pr definitión landspolitikkur.
Øðrvísi er við Jóannesi. Einafer var tað eitt problem fyri javnaðarflokkin at hann ikki markeraði sína støðu viðv. Ríkisfelagsskapinum nóg væl. Tað hevur hann so gjørt nú og tað í ólukkumát. Í einari grein 17. september 1997 í tí sum fyrr var Sosialurin, nú Dimmurin, leggur Jóannes Eidesgaard danir, og harvið helst stjórnina hjá Nyrup, undir grova arrogansu og imperialismu. Hetta var í samband við tað nevndina sum skuldi kanna bankamálið og sum ikki vísti seg at vera so óvildug sum stjørnin annars hevði vissa føroyingar um. Nú er viðvent í holuni. Sama imperialistiska Nyrupstjórn er ikki petti imperilistisk longur. Hon fær, eftir tykki Jóannesar, ikki sagt ella gjørt naka skeivt. Hann hevur gjørt tað til sína lívsmissión at vera sterkasti stuðul hjá Nyrup í samráðingunum millum donsku stjórnina og Føroya Landsstýrið. Eitt er at Jóannes er ósamdur við landsstýri um hvussu ríkisrættarligu viðurskiftini skulu skipast frameftir. Tað er hansara sjálvsagdi rættur og hann fær ríkiligan møguleika at verja síni sjónarmið tá ið tingið skal viðgera samráðingarúrslitið og upp undir fólkaatkvøðuna aftaná. Tað sum er púra burturvið, er at hann er farin beinleiðis uppí mótpartin og stuðlar aktivt donsku stjórnini í hennara stremban eftir at varveita yvirharradømi í Føroyum. At talan er um yvirharradømi er fleiri ferðir prógva. Seinast í samband við brævaskifti við ST og NATO. Í báðum førðum var Jóannes, saman við partamanninum Edmundi, um at bresta av skaðafrøði. Teir søgdu í útvarpinum at Landsstýrið hevði gjørt sær og Føroyum fyri skommum. Nú er so komi fram at uttanríksráðharrin helst hevur sagt ósatt fyri løgmanni. Tí noyðast vit at spyrja hvør nú hevur gjørt sær fyri skommum, landsstýrið ella skutilsveinarnir hjá Helveg. Eisini mugu vit spyrja um tað ikki er imperialistiskt longur at danska stjørnin ber Føroya Landsstýri skeivar upplýsingar. Og um tað ikki er imperialistiskt tá uttanríkisráðharrin ikki hirðir at svara einum spurningi á fólkatingi frá Jóannesi Ejdesgaard. Og Jóannes gloypti háðanini uttan at blunka. Sjálvandi. Hann hevur nú tikið so dyggiliga støðu viðvíkjandi ríkisfelagsskapinum at har vendist ikki aftur. Ein kjaftfiskur til Helveg í hesum málinum er eisini ein kjaftfiskur til Jóannes. Hasin norski politikkarin kallaðist forrestin Quisling.
Eitt er heilt vist. Uttan stuðul frá ?føroyska? javnaðarflokkinum, bæði her heima og á fólkatingi, hevði tað verið munin truplari hjá Nyrup at staði so fast uppá 4 ára skiftistíðina. Sjálvur haldi eg at 4 ár er nokk, men tíverri eru ov fáir føroyingar sum trúgva uppá tað.
Javnaðarflokkurin sigur seg hava eitt alternativ til fullveldi. Men meðan landsstýri hevur eina lidna fullveldisætlan við nógvum og drúgvum fyrireikingum aftanfyri seg, er javnaðaralternativi ein ?fornuftig? ?nýggj skipan? sum tíverri ikki er uppfunnin enn og sum tískil er ógjørlig at taka støðu til. Hetta forðar sjálvandi ikki Jóannesi Ejdesgaard í at pástanda at javnaðar?uppskotið? er betri enn fullveldisætlanin.
Eg havi undrast á hvat liggur aftanfyri herðferðina hjá Jóannesi Ejdesgaard. Eg haldi meg minnast at hann var øgiliga fornermaður tá Marita Petersen gjørdist løgmaður á sinnið. Og hann var ikki minni fornermaður tá tjóðveldisflokkrin fór í samgongu við fólkaflokkin heldur enn javnaðarflokkin eftir seinasta val, hetta tí javnaðarflokkurin var ov ullintur í ríkisfelagsskapshann líka fornermaður enn, men ullintur er hann ikki longur. Hann er satt at siga um at vera meiri sambandskur enn sambandsflokkurin. Treytaleysi stuðulin til imperialistisku framferð uttanríkisráðharrans viðvíkandi brævinum til natoaðalskrivaran, samanborið við støðuna í ?97, bendir á at onkursvegnað er Jóannes rikin í rætt av bróðurflokkinum í Danmark. Og innihaldið av hasari ?nýggju skipanini? er so enn mest luft.
Eftir stendur tó at uttan stuðul frá veljarunum fæst hvørki fullveldi ella nøkur ?nýggj skipan?. Um vit Føroyingar nakrantíð av røttum skulu kunna kalla okkum serstøk tjóð, mugu vit trúgva uppá at tað ber til at liva í Føroyum uttan danska almannahjálp, ein hjálp sum tað fer at gerast alt truplari hjá donskum politikkarum at rættvísgera yvirfyri sínum veljarum soleiðis sum gongdin í livistøðinum í Føroyum er í løtuni.
Dánjal J. Hansen
Norðoyri