Eitt misjavnt ár hjá Gunnari og Stjarnuni

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Ein menniskjalig góð uppliving, men ein ítróttarlig misjøvn uppliving

Fyri føroyska landsliðsmálverjan, Gunnar Nielsen og familju hansara hevur talan verið um eina góða tið í Íslandi. Men ítróttarliga hevur tað verið misjavnt hjá Stjarnuni, sum hevur ein góðan endaspurt, men endar uttanfyri endastøðurnar, sum geva rætt til at spæla í Evropa komandi ár. Steypakappingin varð miseydnað, og í Champions League var upplivingin stór ímóti Celtic, men samlaða tapið heldur stórt.

 

Gunnar hevur enn ikki tikið endaliga støðu hvar hansara fótbóltsframtíð liggur.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu, sum Rás2 gjørdi við Gunnar Nielsen, har vit eisini spurdu Gunnar um komandi avbjóðingarnar hjá føroyska landsliðnum, har Ungarn og Rumenia standa fyri tørni.