Eitt nýtt ættarlið í fremsta rað

Í dag byrja vit eitt nýtt tíðarskeið í søguni hjá Javnaðardlokkinum við einum nýggjum ættarliði í fremstu røð. Tað staðfesti Jóannes Eidesgaard í síni seinastu formansrøðu í Javnaðarflokki.

Hetta kann tulkast sum um at hann styðja eitt av teimum yngru valevnunum til formansvalið eftir døgverða.

Hann segði, at í dag velur Javnaðarflokkurin ikki bara ein nýggjan formann.

- Vit skulu eisini velja valevnið floksins til eitt komandi løgmann, sum altso er okkara boð upp á næsta leiðara fyri okkara land.

Higartil hava oddafólkini í Javnaðarflokkinum verið úr Suðuroy, men nú fer stafettin norður um fjørð.

Jóannes Eidesgaard staðfesti, at ein floksformaður skal ikki bara vera væl lýddur í egnum flokki.

Tað er avgerðandi, at aðrir flokkar eisini hava álit á honum.

Hann ynskti næsta formanninum alt tað besta og hepna hond og hann lovaði at

brúka sína síðstu tíð í politikki at stuðla nýggja formanninum og flokkinum.

Hann ásannaði eisini, at veljarakanningarnar eru ikki blíðar við flokkin.

- Men tað fer at broytast tí vit hava alt at vinna og onki at missa, og trúgv mær: Tað fer at venda og tað skal bera til, segði Jóannes Eidesgaard.