Eitt óvanligt vikuskiftið hjá løgregluni

– Men tað hevur kortini verið rættiliga friðarligt

Hetta hevur verið eitt friðarligt vikuskiftið hjá løgregluni. Veðrið hevur verið ringt, so tað hevur ikki eggjað til nakað útilív, men kortini hevur løgreglan havt nakað av arbeiðið av fullum fólkum, sum ikki kláraðu seg sjálvi. Men í tveimum viðurskiftum hevur hetta vikuskiftið verið eitt sindur óvanligt. Løgreglan sigur, at hetta vikuskiftið hava tey nevniliga tikið heilar seks bilførarar fyri at koyra við kenning – og tað er ikki vanligt.

 

Hetta vikuskiftið hevur løgreglan somuleiðis fingið tríggjar fráboðanir um at bilar eru stolnir og tað er heldur ikki vanligt. Løgreglan sigur, at ein bilur varð stolin leygarmorgunin, ein varð stolin gjáramorgunin, og ein varð stolin í gjárkvøldið. Løgreglan sigur, at allir tríggir bilarnir eru komnir afturíaftur, tó at onkur hevði fingið smávegis snuddir. Løgreglan sigur, at í onkrum førum lógu lyklarnir í bilinum, og tað er ólógligt og sostatt fær eigarin bót fyri tað. Er talan um bilin, sum hevur fingið skaða, er tað heldur ikki vist, at tryggingin tekur við.

 

Løgreglan veit ikki, hvussu tjóvarnir hava fingið fatur á lyklunum í hinum førunum, men tey hava tryggjað sær nøkur spor og í onkrum førum hava tey eisini ein illgruna um, hvør tað er, sum hevur stolið bilin.