Eitt prýði fyri Klaksvík

Fríggjadagin var rættiligur hátíðardámur í Klaksvík, tá EIK beyð til móttøku í nýggja og stásiliga bygninginum. Borgarstjórin Steinbørn Jacobsen fegnaðist um, at Eik Banki nú verður ein sjónligur aktørur í Klaksvík

Fríggjadagurin var hátíðardagur í Klaksvík. Tá varð almenn móttøka í spildurnýggja skrivstovubygninginum hjá EIK í sjálvum miðbýarhjartanum í Klaksvík. Nógv fólk varð samankomið til hesa hátíðarløtuna, har tónleikur, sjónleikur og røður vóru á skránni. Og har borðreitt varð við nógvum góðum.

Millum tey, sum ynsktu EIK tillukku við stástiliga bygninginum var Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri. Hann duldi ikki fyri, at hann telist millum teirra, sum eru hugtikin av tí nýggja bygninginum hjá Eik Banka í Klaksvík, men hann helt eisini, at Eik Banki hevur havt eina hepna hopnd við at finna sær eitt stað at seta bygningin á.

Sjálvur er hann uppvaksin hinumegin vegin, og hann mintist, hvussu hann og javnaldrarnir plagdu at fara inn til Haldor Holm at keypa "tjúguoyrakaku". Steinbjørn Jacobsen nevndi hjúnini Haldor og Olgu Holm og lýsti tey sum ein part av býarmyndini í Klaksvík tá, Hann helt fyri, at plássið, sum Eik Banki hevur valt, hevur ein dám av trivnaði, góðum minnum og framburði.

Steinbjørn Jacobsen vísti á, at Eik Banki hevði veitt munagóðan stuðul, tá standmyndin Fípan Fagra bleiv gjørd. Tá hon bleiv avdúkað í summar, helt Bjarni Olsen, stjóri í Eik Banka, røðu, og nevndi millum annað, at bankin leggur dent á vakurleika og tað listarliga. Borgarstjórin helt, at tann nýggi bygningurin prógvar orðini hjá stjóranum.

-Vit vita frá hesum seinastu árunum, at Eik Banki er ein sterk og væl virkandi fyritøka, sum ynskir framburð og trivnað, har hon virkar. Við hesi deildini her í Klaksvík gerast møguleikarnir innan fígging her í økinum enn fleiri, har tit sum banki gerast ein ógvuliga sjónligur aktørur – og hetta gleðast við um, segði Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri at enda.