Eitt ár síðani jarðskjálvtan í Haiti

Í dag er eitt ár síðani tann ógvusliga og oyðandi jarðskjálvtan í Haiti, sum kostaði umleið 230.000 mannalív og javnaði ein stóran part av høvuðsstaðnum Port-au-Prince við jørðina.

Ta fyrstu tíðina aftan á skjálvtan búðu meiri enn hálv onnur millión fólk í tjaldlegum, og enn tann dag í dag eru umleið 800.000 fólk, sum ikki hava tak yvir høvdið.

Altjóða samfelagið bant seg til at veita Haiti hjálp fyri 5,3 milliardir dollarar, men enn er bara ein fjórðingur latin. Tað fekk í gjár amerikanska forsetan, Barack Obama, at heita á altjóða samfelagið um at halda sítt lyfti.

Fyrrverandi forsetin Bill Clinton stendur fyri at samskipa ta útlendsku hjálpina til Haiti. Hann er í Port-au-Prince í sambandi við ársdagin, og hann segði seg í gjár vera sera harman um, at tað gongur so striltið við at fáa ta hjálp, sum lond hava lovað at veita Haiti.