–Eitt rúsað barn er eitt álvarsligt tekin

Tað er umráðandi, at tey fáa ta hjálp, teimum tørva, heldur Hildur Hermansen

– Vit hava eisini tær royndirnar og ta vitanina, at tað er børn í samfelag okkara, sum hava tørv á rúsevnisviðgerð, sigur Hildur Hermansen, leiðari á Barnaheiminum.

 

 

Tørvur á rúsevnisviðgerð fyri børn niður í 10 ár

 

 

Hon fegnast um tilboðið, ið Bláikrossur nú fer at bjóða ungum úr 15 til 18 ár, tí onki annað tilboð til ung við rúsevnistrupulleikum er í landunum. Hon heldur tó, at meiri átti at verði gjørt við júst hendan trupulleikan frá landsins síðu, og møguliga átti heilsumálaráðið at havt ein stovn undir sær, ið veitti ungum og børnum við slíkum trupulleikum hjálpina, tey hava fyri neyðini. 

 

Rúsevnisviðgerðin til børn og ung, ið Bláikrossur nú fer undir at bjóða er ambulent, og Hildur Hermansen heldur, at ung við rúsevniðtrupulleikum í Føroyum hava tørv á einum størri inntrivi og at verða tikin úr destruktiva umhvørvinum, tey eru í.

 

 

– Børn og ung hava brúk fyri meir enn ambulantari viðgerð, tí tað er torført, at fáa ungdómar at síggja, at tey hava eitt rúsproblem og at skilja, hvat tað kann leiða til, sigur hon.

 

Hon leggur afturat, at hon heldur, at Bláikossur er á rættari leið, men at hon hevur ynski um størri avrúsingartilboð til tey helt ungu.

 

  

Ongi føroysk tøl eru fyri, hvussu nógv børn og ung í Føroyum hava rúsevnistrupulleikar og tørv á viðgerð, men tey tað er ongin ivi um, at tørvurin er har, heldur hon.

 

 

Tað er umráðandi, at børn og heilt ung, ið eru bundin at ella nýta rúsevni fáa ta hjálp, teimum tørvar. Hildur Hermansen sigur, at tey eru ikki mong í tali, men at tað millum annað ikki er óvanligt at síggja ávirkaði børn í býnum fríggja- og leygarkvøld.

 

 

 

Tað eru aloftast umstøðurnar, ið gera at rúsevnisnýtsla verður ein trupulleiki, og tá børn nýta rúsevni, er tað eitt sólarklárt tekin um, at okkurt álvarsligt er áfatt, sigur hon.

 

 

 

– Talan er ikki um børn, sum hava tryggar umstøður. Ofta eru tað børn, ið ganga fyri seg sjálvi ella børn, ið eru harðskapsrakt, sigur hon.

 

 

– Hetta síggja Náttarravnarnir javnan, staðfestir hon, og leggur aftuat, at tá ein sær rúsaði børn, so eigur man at boða frá við tað sama.

 

 

– Man burdi kunnað farið til familjuna beinanvegin og spurt, hvat hetta er fyri nakað. Tað skal eitt inntriv til við tað sama, so barnið ikki verður tengt at rúsevnum, sigur hon

 

 

– Sær man eitt 12 ára gamalt barn, sum hevur drukkið, so hevur man fráboðanarskyldu. Eitt rúsað barn er eitt sera álvarsligt tekin, og eg haldi at fleiri skilja ikki, hvussu álvarsligt tað veruliga er, leggur hon afturat.