Havn: Tað gamla og tað nýggja verða samantvinnað í Reinsarínum i Tórsgøtu, sum verður umskapað frá einum siðbundnum spælistaði til eitt multifunksjóns-hús.
Hetta hendir eftir býráðsfundin hóskvøldið, har eitt einmælt býráð játtaði eina millión krónur at gera Reinsaríið til eitt rútmiskt spælistað og mangt annað.
Byggilistarliga hugskotið, sum Kontrast Arkitektar hava gjørt, byggir á at tvinna tað gamla saman við tí nýggja.
- Innan verður tað gamla varðveitt, sum er merkisvert í sær sjálvum. Við nýggjari innrætting og nútíðar sniði fæst ein meira tíðarhóskandi og nýtiligur bygningur, verður sagt úr kommununi..