Tað er rár hending, at føroyingar arbeiða offshore tvs. í frálandavinnuni, her serstakliga umborð á boripallum og boriskipum. Tað er uppaftur meira sjáldsamt, at føroyskar kvinnur eru at finna í slíkum arbeiði úti til havs. Men undantøk eru. Og eitt teirra er Anna Maria Simonsen úr Havn, sum rætt og slætt er vorðin bitin av at arbeiða í hesum annars mannfólkaliga arbeiðsumhvørvinum.
Anna Maria, sum er sjúkrarøktarfrøðingur, hevur hetta seinasta árið arbeitt umborð á boripallinum "Sovereign Explorer" út fyri Vesturafrika. Hesin pallurin er ein gamal kenningur um okkara leiðir. Hann var við til at bora tveir brunnar á landgrunninum, ein fyri Statoil og ein fyri Amerada Hess. Tað var í tí sambandinum, at Anna Maria fekk áhuga fyri at royna hetta nýggja, spennandi og avbjóðandi arbeiðsumhvørvið.
Fylgdi við til Vesturafrika
Henni dámdi so væl arbeiði sum sjúkrarøktarfrøðingur umborð á boripallinum á føroyska landgrunninum, at hon helt fram umborð, tá boripallurin í august í fjør varð leigaður av fyritøku í Texas at bora fleiri brunnar út fyri Vesturafrika.
Hon var umborð á Sovereign Explorer í Vesturafrika, tá hon fekk tilboð um at koma umborð á Belford Dolphin, sum skuldi bora við Føroyar. Teir skuldu brúka eina sjúkrasystur við danskari autorisatión. Nú hon hevði verið offshore fyrr í Føroyum gjørdi hon av at taka av tilboðnum. Fólk hjá Dolphin Drilling høvdu spurt seg fyri hjá kontaktlæknanum í Føroyum, Pál Weihe. Teir vendu sær síðani til Onnu Mariu, sum segði, at hon hevði áhuga í at vera við aftur í leitingini undir Føroyum. Hon helt tað vera bæði spennandi og mennandi.
Tá teir spurdu um aðra at loysa hana av varð leitað, men eingin varð tøkur og tí komu tey so fram á Tórgerð Klein. Hon hevur ikki verið offshore fyrr men hevur sera góðar royndir við skaðastovuarbeiði og í akuttum arbeiði, sum er góð og hent fortreyt fyri at kunna vera í hesum arbeiðinum.
Anna Maria fór umborð á spildurnýggja boriskipið Belford Dolphin í Las Palmas og fylgdi skipinum til Føroya, har hon so var umbroð ta fyrstu tíðina. Síðani fór Tórgerð umborð og vaktarskifti skuldi so vera aftur fríggjadagin 4. juli.
Vildi royna nakað nýtt
Men hví tók Anna Maria tað heldur óvanliga stigið at fara umborð á boripall at arbeiða: - Eg hevði verið so mong ár á Landssjúkrahúsinum, at mær tørvaði onkra nýggja avbjóðing. Tað var tá, at hon fór undir at gera uppgávu um tilveruhóttanir hjá sjómonnum á fjarleiðum í sambandi við eina útbúgving innan vinnuheilsusjúkrarøktarøkið. Tað var eitt sera áhugavert arbeiði, eisini tí at uppgávan varð so væl móttikin sigur Anna Maria. Hon er týdd bæði til enskt og spanskt. Eisini varð hon løgd fram á eini ráðstevnu hjá ILO í Las Palmas. Møguleikin stendur so eisini enn opin fyri at gera meira við tað arbeiðið.
Anna Maria sigur, at hon eftir at hava gjørt hesa uppgávuna var sera forvitin at vita, hvussu oljufeløgini arbeiða og hvussu tað er við trygdini umborð á oljupallum. Tvs. hvussu fólkini hava tað umborð og hvør munurin er sammett við tey, sum eru við føroyskum fiskiskipum.
Eftir at hava verið umborð á boripalli fyrstu ferð nakrantíð, í tí aðru boringini á føroyskum øki, við Sovereign Explorer fyri Statoilsamtsakið var Anna Maria vorðin bitin av hesum arbeiðinum. Hon fór tá aftur til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum men við offshorearbeiði í tonkunum. Hon tók so skeið í Aberdeen, á skaðastovuni á LS og hjá einum kommunulækna, skeið, sum krevst fyri at arbeiða umborð á boripalli í bretskum sjógvi.
Higani fór hon so umborð aftur á Sovereign Explorer, sum tá fór at bora í Vesturafrika. Tað var í august í fjør og var hon har til mai í ár. Talan var um nógvar boringar. Har lærdi hon eisini nógv - tvs. nógvar ymsar mentanir. Pallurin varð leigaður av amerikanarum, sum komu úr Texas. Men alt fótfólkið á boridekkinum vóru lokalfólk úr Equatorial Guinea og londum nærhendis.
- Tað var sera áhugavert at arbeiða saman við hesum fólkunum. Har vóru altíð fýra málarar umborð og vórðu teir partur av mínum 1. hjálparteami. Eg mátti undirvísa teir og tað var á enskum við sponskum tulki.
Einsamøll kvinna
Hvussu var tað so at vera einsamallur føroyingur á palli og so langt heimanífrá?
- Har vóru íalt 119 fólk umborð, og har vóru nógv fólkasløg. Eg var ikki einsamøll. Tó at eg var einsamøll kvinna. Hetta var eisini fremmant fyri frálandafólkini har, tí tey høvdu ongantið áður sæð kvinnu arbeiða umborð á boripalli. Har var eisini ein havnamaður, Høgni Hansen, sum var ROV-pilotur. Tá hann fór í land kom Johannes Davidsen umborð.
- Men kendi tú teg ikki oftani ógvuliga einsamalla?
- Eg kendi meg oftani fakliga einsamalla og við stórari ábyrgd men tað var eisini ymiskt, hvaðani tú arbeiddi út fyri Vesturafrika.
Hóast har ikki vóru álvarsligir skaðar umborð, so hevði Anna Maria nokk at síggja til. Mong vitjaðu sjúkrahúsið umborð. Luftfuktigheitin er so høg, at sár grøða seint. Heilsustøðan var annars sera vánalig. Har var eingin lækni umborð og hevði Anna Maria eitt skifti eisini vánaligt backup í landi. Hon hevði tó sera stóra ábyrgd har. Næsti læknin sat í Cameroon. Yvirlæknin sat í Paris og samskifti so við Houston.
Tað eru mest akuttar medisinskar sjúkur hon tekur sær av umborð. Anna Maria hevur ikki verið úti fyri nøkrum so álvarsligum sum deyða umborð, men hon hevur sent fóllk í land, sum hava verið sera sjúk, og har tað vísti seg at vera sera góð barrlast at hava arbeitt á einum sjúkrahúsi sum Landssjúkrahúsinum.
- Eitt kvøldið fingu vit ein portugisa á skaðastovuna. Hann var heilt illa fyri og hevði malaria. Eg mátti geva honum ta neyuðuga viðgerðina. So var ein, sum hevði fingið virussjúku í eygað og onkur okkurt í búkin, sum kravdi skurðviðgerð á landi. So upp-gávurnar og avbjóðingarnar kunnu verða nógvar.
- Er tað ikki eitt sindur nervapirrandi at skula vera so langt til havs, so langt heimanífrá og skulu virka sum nær sagt yvirlækni?
- Veit tú, hvat tú hevur av útgerð, veit hvat tú skal gera og hevur backup á landi so gongur tað. Her føli eg meg meira tryggan á heimabeiti í Føroyum. Men tað var ikki altíð líka lætt við Vesturafrika serliga ikki í regntíðini, tí tá vóru oftani ongar telefonlinjur.
Men tað er stórur munur á at vera umborð á einum gomlum palli og einum nýggjum skipi.
Sera góðar umstøður á boriskipi
Anna Maria byrjaði í frálandavinnuni fyri júst tveimum árum síðani, í juni 2001. Hon heldur, at tað hevur verið sera hugaligt at royna nakað nýtt. Hon hevur arbeitt saman við sera fryntligum og fyrikomandi fólki. Nú hon er komin úr Vesturafrika og til meira heimligt umhvørvi sær Anna Maria, hvussu stórur munur tað er at fara umborð á slíkt skip sum Belford Dolphin. Umstøðurnar eru so góðar, at fólk trívist. Tey eru væl nøgd við arbeiðið.
Anna Maria fór umborð aftur á boriskipið fríggjadagin. Tá kom Tórgerð Klein í land eftir sínar fyrstu tvær vikur offshore. Anna Maria hevur tosað nógv við Tórgerð, sum dámar sera væl nýggja arbeiðið. Hevur tú góða venjing frá skaðastovuarbeiði, so gongur tað nokk. Og so er við Tórgerð.
Olja verður funnin
Hóast hon hevur bundnar uppgávur umborð, sum ikki beinleiðis hava nakað við leitingina eftir olju at gera, so dylur Anna Maria ikki fyri, at hon er sera spent um at finna olju, og hon ivast ikki í, at olja verður funnin við Føroyar fyrr ella seinni. Hon heldur, at vit skulu taka tað róligt, hóast einki er funnið enn. Tá tú er í hesi vinnu so lærir tú at vera tolin.
- Tað er sera strævið og hugaligt at vera við til eina nýggja boring. Og ikki minst tá hetta hendir í tínum egna landi, tá eisini at síggja, hvussu nógv í veruleikanum verður gjørt fyri at lúka krøvini frá føroyskum myndugleikum um ikki at dálka. Tað hevur nakað við at gera, at tú skal virða tað land tú kemur til. Hetta er so nakað vit eisini kunnu læra av í fiskivinnuni.
Hóast tað er óvist, nær næstu brunnarnir verða boraðir her um leiðir og um her verður nøkur oljuframtíð, so er Anna Maria vorin so bitin av arbeiðinum offshore, at hon ætlar at halda fram við hesum aðrastaðni men verður okkurt blívandi her hjá okkum, so vil hon fegin vera til arbeiðis á landgrunninum heldur enn við Vesturafrika.
Dámar sjógvin
Men hví velja hetta fyri kvinnur sjáldsama arbeiðsplássið!
- Áðrenn eg fór at læra til sjúkrasystur sigldi eg við Smyrli. Mær dámar at sigla. Tí fall tað mær lætt og náttúrligt at fara umborð á ein oljupall. Tá tú hevur arbeitt so mong ár á einum sjúkrahúsi, so er tað eisini gott at koma á eitt stað, har tú veit, at øll hava heilsuváttan fyri at koma umborð. Har øll eru frísk og við góða heilsu. Tá er avmarkað, hvussu nógvum tú kanst koma út fyri.
Annars fevnir arbeiðið umborð um nógvar og fjølbroyttar uppgávur. Hon hevur til uppgávu at luttaka á trygdarfundum, hon skal kunna tey, sum koma umborð fyrstu ferð, um trygdina, hon skal eisini standa fyri viðlíkahaldi av 1. hjálparstøðunum umborð og hon skal hava eftirlit við matinum og við útgerð í tí sambandi. At alt lýkur treytir til góða trygd og heilsu.
Anna Maria hevur júst verið á skeiði í Aberdeen og fór umborð aftur fríggjadagin.
Mugu eisini royna sjálvi
Nú tað verður tosað nógv um, at tað er torført at fáa oljufyritøkurnar at brúka føroyska arbeiðsmegi heldur Anna Maria, at føroyingar eisini sjálvur mugu royna at liggja framvið, um vit skulu upp í oljuvinnuna. Og hon heldur, at vit kunnu saktans klára okum innan bæði boring og veitingar.
Annars er eisini ein annars føroyingur við boriskipinum. Tað er Høgni Hansen, sum starvast sum boriverkfrøðingur hjá Eni.
Hvat ger at Onnu Mariu dámar júst hetta offshoreumhvørvið.
- Undir Føroyum er tað spennandi at vera við til at finna olju. Men hetta er gott arbeiði. Eg havi frí 14 dagar og skal ikki í náttarvakt og kvøldvakt. Tá eg eri heima havi eg frí. Mær dámar væl at arbeiða saman við øðrum fólki og vil mæla øðrum føroyingum at fara inn í offshore. Tað er sera áhugavert. Tað er eisini stuttligt at síggja nakað heilt annað. Hon tjenar eisini meira enn í landi. Men tá arbeiðir hon meira. Arbeiðir 12 tímar og hevur vakt hinar 12 tímarnar. Frá 6 á morgni til 6 á kvøldi men so á tilkallivakt.
Hetta eru triðju ferð, at føroyskur sjúkrarøktarfrøðingur er farin umborð á oljupall. Og hvørja ferð hevur tað eydnast fakfelagnum, Sjúkrarøktarfelagnum at skriva sáttmála. Fyrst við Transocean og nú við Dolphin Drilling. Anna Maria er sera fegin um hetta og heldur, at hetta kann vera gott fyri komandi størv í hesi vinnu.