Stefan í Skorini
Fyrstu styrkiroyndina vann stórfavoritturin Rógvi Johansen. Munurin var ikki serliga stórur niður til næsta mannin, sum var danin Jens Tousgaard, ið verður mettur at geva Rógva ta stinnastu mótstøðuna. Ítróttarliga hevði tað tó verið ein sensatión, um Rógvi ikki hevði vunnið. Jens Tousgaard hevur verið skaddur í fimm mánaðir, og tí er hann kanska ikki eins væl fyri, og hann kundi verið.
Eitt sekund var á muni, tá ið avtornaði. Rógvi koyrdi teinin í tíðini 3 minuttir og 45 sekund og gjørdist eisini fyrsti vinnarin í hesi kappingini. Remy Lamhauge kláraði seg óvæntað væl. Hann byrjaði sum nummar 24, men endaði á níggjunda plássi og brúkti 4 minuttir um teinin.
15 sekund skiltu teir fyrstu níggju súkklararnar, so munurin millum teir bestu var ikki stórur. Hetta kemst fyrst og fremst av, at teinurin var bara 2,7 kilometrar, og tá er ongantíð tann stóri munurin á súkklarunum.
Endamálið við einum prologi, sum honum í Klaksvík, er at fáa eina hóming av styrkimuninum millum súkklararnar og at fáa avgjørt, hvør skal í bláu Statoil-troyggjuna, sum førarin koyrir í, á fyrstu veruligu etapuni, sum var í gjár.
Team Shell væl fyri
Fimm av teimum seks skjótastu í gjár vóru Team Shell súkklarar. Hetta vísir, hvussu sterkt Shell liðið er, og at lítil møguleiki er hjá hinum at gera seg galdandi.
Jens Glerup, sum er ein av fyrireikarunum, heldur, at hetta er sum at skjóta spurv við kanónunum.
- Shell liðið er alt ov sterkt til at nakar annar hevur nakran møguleika. Hetta leggur eisini eitt trýst á Rógva sjálvan, sum skal vinna kappingina.
Eisini heldur Jens Glerup, at tað er synd, at eitt so sterkt lið er stovnað, av tí at kappingin longu er avgjørd. Um Rógvi vinnur, so er hetta einki serligt við tí liðnum, hann hevur aftanfyri seg.
Um Jens Tousgaard klárar at hanga við Team Shell, so hevur hann kanska ein lítlan møguleika, men fá halda, at hann kann hótta Rógva Johansen.
Eingin ferðsla
Jens Glerup sigur eisini vegna fyrireikararnar, at kappingin eydnaðist sera væl. Veðrið var av tí besta, og tí vóru eisini nógv fólk og hugdu. Hornorkestrið spældi á málinum, og Statoil bjóðaði fólki kaffi og annað gott. Steinbjørn Jacobsen, varabýráðsformaður, handaði trimum teimum fremstu blómur, og vinnarin fekk eisini ta bláu føraratroyggjuna.
Fyri fyrstu ferð høvdu fyrireikararnir fingið loyvi frá býráðnum at steingja vegirnar, meðan kappingin fór fram. Fyrireikararnir høvdu sjálvir syrgt fyri vegbyrgingunum, og ein løgreglumaður fylgdi við á vegnum, so at alt skuldi ganga rætt fyri seg. Hetta gjørdi, at súkklararnir kendu seg tryggari á vegnum. Fyrr hava trupulleikar verið við ferðsluni í Klaksvík, tá ið súkklukappingar hava verið.
Í gjár var so tann fyrsta veruliga etapan í Eysturoynni. Hetta er tann harðasta etapan, og hon er 106 kilometrar. Byrjað varð klokkan hálvgum tvey á Norðskála, síðani varð farið um Eiðisskarð, ígjøgnum Funningsfjørð um Gøtueiði til Leirvíkar, aftur um Gøtueiði og runt Agnið, síðani verður koyrt runt í Runavík, og málið er við Statoil støðina.
Í dag er einkultstartur í Sandoynni, har koyrdir verða 25 kilometrar. Teinurin er frá Statoil støðini á Sandi til Dals, aftur til Statoil støðina, síðani til Brúnna á Sandafløttinum og aftur til Statoil. Hesin teinurin verður koyrdur tvær og eina hálva ferð. Byrjað verður kl. 15.30, og súkklararnir koma á mál kl. 17.15.
Plas.RyggNr.NavnEftirnavnFelagTíðKm/t
11RógviJohansenCycling Aarhus0:03:4541,6
26JensTousgaardFIX Rødovre0:03:4641,42
34SimonBorchmannHvidovre Atletik0:03:4841,05
43GunnarDahl-OlsenTórshavnar Súkklufelag0:03:5240,34
55JanusJørgensenCycling Aarhus0:03:5240,34
62JørgenAndersenCycling Aarhus0:03:5440
77KennethGormsenCC Gladsaxe0:03:5539,83
88JóhannBrendCC Gladsaxe0:03:5839,33
924RemiLamhaugeTórshavnar Súkklufelag0:04:0039
1010SverriMohr EdvinssonTórshavnar Súkklufelag0:04:0238,68
1113JákupJohansenTórshavnar Súkklufelag0:04:0338,52
1214JeppeThingCycling Aarhus0:04:0338,52
139KáriBrattabergTórshavnar Súkklufelag0:04:0538,2
1412TonyDitlevsenRoskilde Triathlon0:04:0737,89
1517EsmarJoensenTórshavnar Súkklufelag0:04:0937,59
1619ChristianGuttesenTórshavnar Súkklufelag0:04:1137,29
1718MartinKortegaardOdense Triathlon Klub0:04:1436,85
1822EvaldRasmussenTórshavnar Súkklufelag0:04:1536,71
1911JørgenNielsenPolitiets Cykelclub0:04:1536,71
2023KáriSimonsenTórshavnar Súkklufelag0:04:1936,14
2126Jens Sigurd SimonsenTórshavnar Súkklufelag0:04:2135,86
2215EyðunPoulsenTórshavnar Súkklufelag0:04:2335,59
2316BirtheDabelsteinCycling Aarhus0:04:2435,45
2421EliChristiansenTórshavnar Súkklufelag0:04:3334,29
2527EirikurOlsenTórshavnar Súkklufelag0:04:4233,19
2625BárðurHuusgaardTórshavnar Súkklufelag0:04:5831,41
2728GeyrGilsteinssonTórshavnar Súkklufelag0:05:0131,1
2829AnnZachariassenTórshavnar Súkklufelag0:05:1130,1alan um, at eitt ávíst praktiskt arbeiði skal gerast, men tann sosiali ella umsorgarparturin má ikki gloymast. Tey gomlu eru ikki passivir og sløktir brúkarar, tí hóast ymisk til førleika, so kunnu tey flestu kenna seg væl, um tey eisini merkja, at tey ikki heilt eru til avlops.
Lat okkum tí geva hesi skipan ta neyðugu orkuna, sum kann gera, at hon veruliga verður ein umsorgarskipan, har brúkarin er miðdepilin.
Tryggleikin
á gamalsaldri
Eg vil enda við at bera fram eitt ynski um, at viðurskiftini hjá okkara pensjonistum, bæði sjálvar pensjónirnar, heimarøktin og øll onnur viðurskifti, koma í eina trygga legu, soleiðis at brúkararnir kenna seg væl, kenna seg at hava týdning, kenna seg at verða partur av samfelagnum, kenna seg at hava eina ábyrgd.
Viðurskiftu, sum vit politikarar kenna okkum tryggar við ? bæði sum teir, sum sita við ábyrgd og sum teir, sum um ikki so langa tíð verða pensjonistar.
Takk fyri og framhaldandi góðan eldradag
Jóannes Eidesgaard