Eitt sindur bíligari at vera føroyingur

Nú er tað aftur vorðið eitt sindur bíligari at liva í Føroyum

Tað er nú vorðið eitt lítið vet bíligari at vera føroyingur.

 

Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at frá 2012 til 2013, lækkaði prístalið, altso prísirnir, 0.6 prosent í miðal.

 

- Hetta er heilt øðrvísi prísgongd enn undanfarnu tvey árini, tá prísvøksturin hevur verið omanfyri tvey prosent, sigur Hagstovan.

 

Alt árið í fjør lækkaði prístalið úr 121,3 fyrst í árini, niður 120,6 annan ársfjórðing og síðani niður 120,0 triðja ársfjórðing og so aftur niður á 119,4 ímóti ársenda.

 

Í miðal hevur prístalið verið 120,3 í 2013, samanborið 121,1 í 2012.

 

Sostatt er prístalið í miðal lækkað 0,6 prosent í 2013.

 

Í 2012 vaks prístalið 2,1 prosent í miðal og í 2011 var hækkingin 2,3 prosent.

 

Størstu ávirkanina á príslækkingina hava prísirnir á býli, sum eru lækkaðir trý procent.

 

Tað er fyrst og fremst rentan á íbúðalánum, sum hevur drigið býliskostnaðin niður.

 

Rentan er er lækkað 7,8 prosent.

 

Annars er prísurin á brenniolju lækkaður 3,4 prosent, men hinvegin er prísurin á streymi hækkaður 3,1 prosent.

 

Prístalið er eisini lækkað í fleiri øðrum nýtslubólkum í 2013.

 

Prísurin á samskifti er lækkaður 2,9 prosent og á innbúgvi, húsbúnaði og øðrum er hann lækkaður 1,3 prosent.

 

Hinvegin eru prísirnir á klæðum og skóm hækkaðir 1,3 prosent og prísirnir á hotellum og matstovum er hækkaður eitt prosent.


 

Eisini matur er vorðin 0,4 prosent dýrari í fjør.

 

- Hetta er væl minni enn í 2012, tá matvøruprísirnir hækkaðu 1,8 prosent. Tað eru serliga kjøt- og grønmetisprísirnir, sum eru uppfarnir í 2013, sigur Hagstovan.