FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Miðvágur: Fiskavirking í Miðvági hevur higartil í ár keypt stívliga 4.200 tons av ráfiski, sum er eini 600 tons minni enn somu tíð í fjør.Albert Ellefsen sigur tó, at gongdin hevur verið á eini leið, og at nógv fiskaarbeiði hevur verið á virkinum.
- Vit hava arbeitt næstan hvønn dag í ár, hóast nøgdin í tølum er eitt sindur minni. Onkur dagur hevur verið, har okkum vantaði nøkur tonsini av fiski, og í síðstu viku var onkur løta, har gólvið var turt. Men, sum heild, hevur nógv fiskaarbeiði verið á virkinum til tey 100 fólkini, sum starvast her.
Albert sigur, at tey hava arbeitt nógvan upsa í heyst, men soleiðis plagar tað ikki at vera hesa ársins tíðina.
- Vit skuldu helst arbeitt hýsu, men nógv hýsa er farin av landinum í heyst, og tí er lítið komið til virkingar í Føroyum. Í seinastu og næst seinastu viku arbeiddu vit tó væl av hýsu, sum fer til portiónir og flak.
Hetta er sama »søgan«, sum Sosialurin fær at vita á Eiði, har tey helst eisini vilja virka hýsu í vetrarhálvuni.
1-2 skip um vikuna
Alberg sigur, at nøkur skip hava landað í Miðvági í seinastuni.
- Herfyri høvdu vit línuskipini, Morgunstjørnuna og Sigmund, og trolarin, Vesturvarði, landaði eisini her í síðstu viku. Øll veiðan hjá Vesturvarða fór um telefon-søluna, og tað vóru aðrir, sum keyptu.
Virkisleiðarin vísir á, at fiskakeyparar yvirhøvur liggja fram við á øllum uppboðssølunum kring landið, bæði í Klaksvík, Toftum, Sørvági og í Vági.
- Meginparturin av fiskinum, vit keypa, kemur í bili, men í seinastuni hava 1-2 skip landað her um vikuna.
Spurdur, hvussu gongst at fáa landarar, sigur Albert, at tað gongur.
- Teir, sum landa skipini, eru partvís menn, sum arbeiða á virkinum og
sjómenn, sum eru heima millum túrar, sigur hann.
Hiva útróðrarfisk fyri uppboðssøluna
Nakrir útróðrarbátar eru í Miðvági, og sum skilst, hava teir fingið fitt av fiski í seinastuni. Men tað hevur ikki viðrað nakað serligt. Teir flestu royna við snellu, onkur við línu.
- Vit taka fiskin hjá bátunum upp her í Miðvági fyri uppboðssøluna í Sørvági; síðan fer fiskurin í bili til Sørvágs. Útróðrarbátarnir í Sørvági landa í Sørvági, og onkur bátur í Miðvági rør út av Sørvági og landar beinleiðis til
uppboðssøluna har.
Albert sigur, at allur útróðrarfiskurin fer um uppboðssøluna, og tað heldur hannvera rætt, tí tá fáa bátarnir tað fyri fiskin, sum marknaðurin gevur fyri hann.
Spurdur, um tað hendir, at útróðrarfiskur, sum kemur upp í Miðvági og verður koyrdur til Sørvágs, aftur kann enda í Miðvági, sigur hann:
- Vanliga endar útróðrarfiskurin ikki aftur í Miðvági, men hava bátarnir hýsu, kunnu vit keypa hana og koyra fiskin aftur til Miðvágs. Men í løtuni royna teir flestu við snellu og tað, teir fáa, er mest gráur fiskur, sigur Albert Ellefsen.