Eitt sindur um ein Rolls Royce í Havn

Limablaðið hjá Føroya Ellisakførum hevur seinastu tíðina skrivað nakað um ein Rolls Royce, sum Fritleif Johannesen keypti til Føroya í 1934. Av tí at bilurin var so tungur, noktaðu myndugleikarnir honum góðkenning, so hann kundi koyra. Seinni varð hann umbygdur til lastbil, tá bar til

 

Mangan hevur verið tosað um, at Rolls Royce bilarnar vóru best gjørdu bilar, ið vóru til. Fritleif Johannesen kom til Føroyar í 1934 við einum tílíkum bili. Hendan Rolls Royce bilin yvirtóku Óla Jákup Christiansen og Óla Christian Skála. Hóast teir søktu um loyvi, kundi hesin persónbilur ikki skrásetast og fáa loyvi at koyra. Bilurin var nógv tyngri, enn loyvt var, vigaði 2.000 kg, meðan lógin tá bert loyvdi eina eginvekt uppá 1450 kg. Bilurin kom sostatt ikki í brúk, stóð í eini garagu hjá Óla Jákup Christiansen.

 

Bilurin bleiv skrásettur

 

Umleið 1941 umbyggir Hans Jacob Christiansen, sonur Óla Jákup, Rolls Royce bilin til lastbil, og verður hann í 1942 skrásettur í hansara navni við nummarplátu nr. 200.

 

Bilurin kundi nú skrásetast, tá lógin seinni í 30?unum (1936) viðvíkjandi eginvekt varð broytt til 1.850 kg og í 1940 aftur broytt soleiðis, at fekst loyvi frá kommunustýrinum, kundi eginvektin verða 2.500 kg og samlaða vektin 4.500 kg.

 

Bilurin verður nú brúktur, millum annað til flutning av tilfari, cementtunnum o. ø. í samband við byggiarbeiði hjá onglendingunum. Fyri hesum arbeiðum stóð Tórgarð, byggimeistari.

 

Motorurin í skipsjollu

 

Hans Jacob Christiansen koyrir við Rolls Roycinum knapt hálvt ár. Seint í 1943 verður bilurin settur, møguliga tí trupult varð at fáa eykalutir undir krígnum. Motorurin bleiv seinni brúktur í eini skipsjollu, meðan bilurin tí ikki varð afturgjørdur.

 

Teir, sum minnast bilin, siga, at alt var sera fínt gjørt, allir metalpartar á motorinum vóru pussaðir blankir. Motorurin hevði dupulta tendring og dupult sett av tendriproppum. Eisini vóru tríggir møguleikar at fáa bensin fram til motorin, tann seinasti við at seta trýst á tangan. Eisini vóru hjólini gjørd við fleiri, men tynnri, snældum enn vanligt.

 

 

 

Keldur:

 

Mortan Joensen Argir

 

Frits Christiansen Tórshavn

 

Trúgvi Árting Tórshavn