Maria Dam, Dr. Scient, Heilsufrøðiliga starvsstovan
Jákup Petersen, yvirlækni, skrivaði í blaðgrein herfyri, at tað at eta sjómat við heldur hægri kyksilvurinnihaldi er ein lítil trupulleiki samanborið við aðra atferð hjá mammuni.
Hetta verður ikki farið nærri inn á í hesum, tí mannaheilsu eru tað onnur, sum vita munandi meira um enn vit.
Hinvegin vita vit á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, sum hava við umhvørviseftiransingina at gera, ikki so lítið um umhvørviseitrandi evni í sjómati, um enn kanska ikki so nógv um tað, sum er í sjónum sjálvum.
Vitan um innihaldið av umhvørviseituri í sjónum er fingin óbeinleiðis við at kanna verur, sum liva í henni. Beinleiðis evnafrøðiligar kanningar av sjógvvatni hevur tað verið ringt at gjørt eftirfarandi, tí konsentratiónin í sjónum er sera lág - og um ikki ber til at líta á úrslitini, er ikki nógv gagn í teimum.
Men seinastu 10-15 árini hava nógvar kanningar verið gjørdar júst við tí atliti at staðfesta, um kyksilvurinnihaldið í náttúruni sum heild er økt, og eisini at meta um, hvørjar keldurnar til kyksilvuri eru.
Greitt er, at ein kelda til kyksilvurdálking er dampur av jarðarskorpuni, men eisini lívrunnin vøkstur er ein kelda, eins og eldgos frá djypri pørtum av jørðini.
Mátingar av kyksilvurdampi rundanum eldgos hava verið gjørdar, eins og mátingar av luft, jørð, sedimentum, livandi verum og nógvum øðrum. Haraftrat hava heimsumfatandi metingar verið gjørdar av kyksilvurútlátinum í sambandi við t.d. orkuframleiðslu, flutningsvinnu og ídnað.
Eitt nú kann nevnast, at útlátið av kyksilvuri frá eldgosum hevur verið mett at vera umleið 40% av samlaða náttúrliga útlátinum, ella í alt uml. 220 tons um árið og er hetta umleið ein tíggjundapartur av útlátinum sum stendst av mannaáðum.
Orsøkin til henda stóra kanningarintensitet er sjálvandi, at kyksilvur er eitt evni, sum hevur skaðalig árin við sær, sjálvt í lágum konsentratiónum, men eisini tí at hetta er eitt evni, sum - av tí at tað er náttúrligt - er ringt at meta um, hvørjar keldurnar til ein møguliga øking eru.
Menniskjan framleiðir ikki kyksilvur, men ger tað atkomiligt í náttúruni. At tøkniligir møguleikar fyri at basa kyksilvurútlát frá ymiskum aktivitetum eru til, ger tað eisini relevant at granska í keldum, men tað faktum, at hesar basingaratgerðir eru kostnaðarkrevjandi, er helst eisini ein atvold til stóra diskussiónsviljan.
Tað serliga við kyksilvuri í mun til onnur metal er, at tað kann vera í gass-formi, og tað hevur eina langa uppihaldstíð í atmosferuni, og harvið eisini langt røkkievni. Sostatt verður eisini hugt eftir kyksilvurútlátinum í Asia, tá ið metast skal um dálkingarvandan í t.d. arktiskum økjum, og tí er tað so, at kyksilvurdálking verður diskuterað í altjóða samstarvi.
Jákup Petersen skrivar, at einki bendir á, at kyksilvurinnihaldið í sjónum er økt stórvegis seinastu nógvu árini. Nú er nakað av tulkingarrúmi í hesi útsøgn, og tí fara vit at rætta eina hond til at talfesta hetta nærri við at vísa á úrslit av dygdargóðum kanningum uttanlands, eins og til nakrar av teimum kanningum, sum hava verið gjørdar av føroyska umhvørvinum.
Lat tað vera sagt beinanvegin; vit hava ikki kannað grindahval langt aftur í tíðina fyri at sammeta við nútímans kyksilvurinnihald; hetta er helst gjørligt, men krevur, at nógvir hvalir verða kannaðir, tí tað vita vit, at stórur munur er millum einstaklingarnar, tá ið tað snýr seg um kyksilvurinnihald.
Hinvegin er einklari at fáa eftirfarandi kunnleika um kyksilvurtilførsluna langt aftur í tíðini við at hyggja eftir ikki-livandi tilfari, har variatiónir, sum skyldast t.d. aldur, ymiskar matarvanar og ferðingarmynstur, ikki eru uppí.
Granskarar gjørdu nýliga upp status yvir úrslit av kyksilvurkanningum í luft í norðaru og sunnaru helvt av jørðkúluni síðani 1977, og sammettu hesi úrslitini við uppgerðir, sum hava verið gjørdar av útlátinum av kyksilvuri. Samanberingin vísti stutt sagt, at innihaldið av kyksilvuri í luft hevði havt eitt maksimum helst í seinastu helvt av 80-unum, og síðani umleið 1995 er tað farið niður á eitt støðugt og lægri støði.
Ein annar granskaribólkur hevur fyrr mett, at mannaskapta útlátið av kyksilvuri er økt síðani 1860 (við 4% um árið) upp til seinast í 1980-unum, tá ið gongdin vendi. Niðurgongdin, sum var talfest frá luftmátingunum, var nógv hægri enn tað, sum hevur verið roknað við frá útlátsmetingum, og hetta mettu granskararnir helst stavaði frá, at tann parturin av kyksilvuri í luftini, sum roknast sum mannaskapt, helst hevur verið undirmett. Vanligt hevur annars verið at roknað mannaskapta kyksilvuri í luftini til at vera umleið á somu stødd sum tað, ið stavar frá náttúrligum áðum.
Kanningar hava verið gjørdar av torvkjarnum í Føroyum, sum benda á, at tilførslan av kyksilvuri við luftini higar toppaði longu í 1950-unum, og var tá umleið tvær ferðir hægri enn í endanum av 1990-unum.
Kanningin bendi eisini á, at tilførslan tá var umleið 10-ferðir hægri, enn hon hevði verið í miðøldini (um 1400 talið). Kanningar av sedimentum frá føroyska landgrunninum benda eisini á, at innihaldið av kyksilvuri er tveyfaldað síðan seint í nítjandu øld, men hvat hetta merkir fyri fisk og hval, sum livur í sjónum, er ikki so einfalt at meta um.
Regluligar kanningar av fiski úr Føroyum, tvs. saltfiski til útflutnings, byrjaði seint í 1970unum. Ein samlað uppgerð av kanningarúrslitunum, sum eru tøk á Heilsufrøðiliga starvsstovuni, benda á, at kyksilvur í toski er minkandi (sí mynd 1) yvir eitt tíðarskeið frá 1980-unum til í dag.
Regluligar kanningar eru ikki gjørdar av hvali, tí har vóru eingi krøv um tað sama, og tískil eru kanningarnar av hesum gjørd mest sum í átaks formi.
Í mynd 2 eru úrslit av kyksilvurkanningum av grindatvøsti víst, og sum sæst, er ringt at staðfesta nakra ávísa gongd í kyksilvurinnihaldinum. Eitt er kortini vert at leggja til merkis, og tað er, at innihaldið av kyksilvuri í tvøsti er umleið 40 ferðir hægri enn í saltfiski, og sostatt í miðal um 80 ferðir hægri enn í feskum toski, eftirsum vatninnihaldið er eini 50 %.
Sum skilst av tí omanfyristandandi, so eru nógv tøl á borðinum, og nøkur teirra eru ella kunnu tykjast mótstríðandi, men eingin ivi eigur at vera um, at kyksilvurdálking er verulig, men eisini at hon kann basast, og at vit við kyksilvuri, eins og við nógvum øðrum umhvørviseitrandi evnum, kunnu síggja, at tað ger mun at seta atgerðir íverk - um vit kanna eftir.
Mynd 1 vísir kyksilvur í toski fiskaður á landgrunninum. Úrslitini eru, sum tey eru víst, galdandi fyri saltfisk, og úrslit fra serliga stórum ella smáum fiski eru ikki við. Til samanberingar kann nevnast at í EU er hámarkið fyri kyksilvur í toski 0,5 mg/kg.
Mynd 2 vísir kyksilvur í grindatvøsti sum miðal av øllum kanningum sum eru gjørdar tey ávísu árini. Kanningarúrslitini fyri seinnu helvt av 1990-unum og seinni eru víst sum vigað miðal fyri ein typiskan grindahvalaflokk.