Hóast Høgni Hoydal úr Tjóðveldi gjørdist størsti einstaki atkvøðuslúkurin á fólkatingsvalinum í gjár, gjørdist flokkur hansara kortini ov stuttur til at endurvinna sítt fólkatingsumboð.
Tjóðveldi hevði stóra afturgongd á valinum og misti ikki færri enn 1850 atkvøður við teirri avleiðing fyri flokkin og formann floksins, at Javnaðarflokkurin fekk annað umboðið sum gjørdist Sjúrður Skaale, ið júst er hoppaður úr Tjóðveldi.
Í samrøðu við Rás2 í dag ásannaði Høgni Hoydal ósigurin og helt fyri, at flokkurin nú má brúka hetta valið sum eitt skump í dyntilin.
- Vit mugu ganga út í vindin. Vit mugu gerast meiri kontant og málrættað. Hvat kunnu vit læra av hesum - og júst tað fara vit at tosa um longu í dag, segði hann.
Høgni Hoydal ásannaði eisini, at Tjóðveldi hevur gjørt semjur við eina minnilutasamgongu um mál sum ikki eru populer og hevur soleiðis samstarvað á ein heilt nýggjan hátt í løgtinginum.
- Og so er tað Sjúrður-effektin, ið ivaleyst eisini hevur havt sína ávirkan, sum hann málbar seg.
Hann legði aftrat, at Javnaðarflokkurin málrættað hevur koyrt á Tjóðveldi, og hetta eydnaðist væl hjá teimum, meðan Tjóðveldi ikki í nóg stóran mun hevur dugað at svarað aftur.
- At luttøkuprosentið á fólkatingsvalinum var so lágt, hevur so ivaleyst eisini havt sína ávirkan, segði Høgni Hoydal.