Eitt av aðalmálunum hjá Sjálvstýrisflokkurin er at geva fleiri føroyingum møguleikan at taka útbúgvingar í Føroyum. Hetta skal millum annað gerast, við at betra um møguleikarnar fyri fjarlestri.
- Vit ætla okkum at tala fyri øktum samstarvi innan útbúgvingar, um vit verða valdir á Fólkating, sigur Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýrisflokkinum.
- Heldur enn at útflyta næmingar, skulu vit innflyta lærarar ella í øllum førum útbúgvingar. Støðan nú er hon, at tað er gott at vera barn í Føroyum, og tað eru góðir møguleikar at vera vaksin, gerast gamal og doyggja í Føroyum. Men at vera lesandi og taka úbúgving í Føroyum er nærum ógjørligt, sigur Jógvan Skorheim. Tí vil Sjálvstýrisflokkurin seta sjóneykuna á útbúgvingarmøguleikarnar í Føroyum.
Jógvan Skorheim vil vera við, at hetta eisini er góður loysingarpolitikkur.
- Føroysk lesandi í Danmark fáa danskan stuðul av alskyns slag. Tey fáa SU, tey fáa SU-ískoyti, um tey hava børn, tey fáa boligstøtte og ymiskt annað. Hetta er eitt slag av blokki, men sum ikki sæst aftur í almennu tølunum um danskar veitingar til føroyingar. Hetta er enn eitt slag av olmussu, sigur Jógvan Skorheim, sum tí vil flyta flest møgulig av hesum til Føroya, soleiðis at føroyska samfelagið gerst minni tengt at danska búskapinum.
- Vit eiga sjálvi at taka ábyrgd av at rinda fyri okkara lesandi, sigur Jógvan Skorheim.
Hann hevur tó enn einki boð um, hvussu føroyska samfelagið skal fíggja øktu útreiðslurnar av teimum føroyingun, sum lesa í Danmark.
- Um vit fyrst vísa, at tað ber til at taka útbúgvingarnar í Føroyum, so fara onnur ting, so sum fígging til SU, lestraríbúðir og annað, at koma eisini, sigur Jógvan Skorheim, og vísti á, at fjarlestrardeplar eru settir á stovn bæði í Vági og í Klaksvík, umframt at tað longu er gjørligt at taka millum annað H.D. útbúgving á Handilsskúlanum í Tórshavn, í samstarvi við Århus Universitet.
Eg haldi, at vit kunnu skipa ein stóran part av tí hægra lestrinum í Føroyum sum fjarlestur í samstarv við lærdar háskúlar aðrastaðni. Tað eru sjálvandi vansar við at taka eina útbúgving sum fjarlesandi, men eru eisini ávísir fyrimunir við tí. Vit vita, at tey eru mong, sum gjarna vilja taka útbúgving sína í Føroyum, og tað er okkara skylda at veita teimum hendan møguleikan, sigur Jógvan Skorheim.