Eitt spennandi kvinnulandslið

Føroyska U-landsliðið fekk fína dystarvenjing – og ein sigur – tá tær sunnudagin spældu fyrsta av fýra venjingardystum móti Grønlandi

Hondbóltur

Fram til mikudagin spælir føroyska kvinnulandsliðið fýra dystir móti Grønlandi, og skal metast eftir fyrstu uppgerðini, so verður talan um framúr dystarvenjing.
Sunnudagin gekk dysturin nógv aftur og fram, men størsta partin vóru tað kortini okkara, sum vóru við yvirlutan.
Fyrst og fremst var hugaligt at síggja, at hóast føroyskur kvinnuhondbóltur í dag er soleiðis, at útlendskir spælarar ofta hava hug at trýsta føroysku spælararnar frá bakkplássunum, so var skotstyrkin á føroyska liðnum so heilt hampuliga góð. Og tá gongd kom á skjótálopini móti dystarenda, hóttu okkara eina løtu við veruligum stórsigri.
Ein trupulleiki í verandi løtu er tó, at royndirnar á føroyska liðnum ikki eru tær heilt nógvu, og tí var kortini um reppið, at sigurin varð tveittur burtur. Grønlendska liðið slapp at gera dystin meira spennandi, enn gott var, og seinasta minuttin høvdu okkara tvey álop, sum vórðu endað alt ov skjótt. Tá tað seinasta av hesum var misnýtt, vóru sekundini á talvuni kortini somikið fá, at grønlendska liðið ikki av álvara fekk stundir at seta eitt álop í lag.
Dystirnir hesa ferð eru fyrstu dystirnir hjá “nýggja” føroyska liðnum, sum fyrst og fremst verður bygt á ungar spælarar. Ein av komandi avbjóðingunum er Challenge-Trophy kappingin í vár, og enn hevur Claus Rasmussen ikki gjørt av, um hann til ta tíð tekur fleiri av meira royndu kreftunum inn á liðið.

Fakta um dystin
Føroyar-Grønland 25-24 (9-9)
10 min: 2-3
20 min: 7-5
40 min: 15-13
50 min: 20-17
Málskjúttar
Føroyar: Liljan Djurhuus 6, Durita Mikkelsen 5, Durita Ljósstein 4, Bára Berthelsen 3, Edith Hansen 2, Marjun Danbergb 2, Ninna K. Johansen 1, Halla Midjord 1, Bára Danielsen 1
Grønland: Ivana Holm 5, Mia Rasmussen 4, Naasunnguaq Tremel 3(3), Nivi Wille 3, Ulla Kleist 2, Bonna Berthelsen 2, Lykke Hansen 2, Hanna Millik 1, Line Thomsen 1, Najaaja Lyberth 1
Brotskøst: Føroyar 1, Grønland 3
Útvísingar: Føroyar 3
Dómarar: Birgir Sondum & Thomas Juul Thomsen.