Vágs Býráð vil hava ognarviðurskiftini í SEV broytt.
Tað hevur býráðið samtykt og nú fer Borgarstjórin í Vági, Kirstin Strøm Bech, at leggja málið fyri Kommunusamskipan Føroya til umrøðu.
Endamálið við tí er at vita um undirtøka er fyri at broyta ognarviðurskiftini.
Borgarstjórin sigur, at er ikki undirtøka fyri tí, verður helst ikki meiri gjørt við málið.
Er undirtøka fyri tí, verður málið reist á fundi í SEV í heyst.
Øll tey fyrstu árini varð ognarparturin hjá hvørjari kommunu í SEV ásettur eftir tí innskoti, hvør kommuna hevði sett í SEV,
Sostatt átti Vágs Kommuna 5,27% í SEV.
Men nakað síðani varð samtykt at broyta ognarviðurskiftini soleiðis, at nú skal ognarparturin hjá hvørjari kommunu í SEV, ásetast eftir fólkatalinum.
- Hetta hevur verið ein stórur fyrimunur fyri kommununar, har nógv fólk býr og har fólkatalið er veksandi.
Men tað er eitt stórt bakkast fyri lítlar kommunar.
Nýggja ásetingin merkir, at ognarparturin hjá Vágs Kommuna minkaði í einum niður í 2,84%.
Sostatt er ognarparturin hjá Vágs Kommunu í SEV brádliga minkaður næstan 50% og tað eiga vit ikki at góðtaka.
Hetta kann fáa stóran týdning fyri kommununa, skuldi tað hent, at SEV verður selt.
Tí hevur Vágs Býráð reist málið við tí endamáli at fáa ognarviðurskiftini broytt aftur til tað gamla.