Mentamálaráðið, kvøldskúlarnir, miðnámsskúlarnir og vinnuskúlarnir hava av álvara sett trupulleikan við orðblindni á dagsskránna.
18 lærarar hava verið niðri og fingið sær eyka útbúgving, og tað er gjørt í samráð við Hans-Paula Christiansen, sum er leiðari fyri vaksnaundirvísingini í Lund. Hann er eisini formaður í danska felagnum fyri orðblind.
Alt byrjaði við eini stórari ráðstevnu, sum hildin varð á Hotel Føroyum fyri hálvum triðja ári síðan. 200 fólk luttóku, og táverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard setti ráðstevnuna.
Tá ið felagskapurin Lions skuldi taka støðu til, hvørji tiltøk vórðu verd at stuðla, kom ein av limunum, Rasmus Magnussen við hugskotinum at stuðla átakinum við at hjálpa orðblindum og lesi- og skriviveikum fólkum.
Hetta gjørdi hann, tí hann er sjálvur orðblindur, onkur børn hansara eru tað sama, og Rasmus Magnusen er ein maður, sum væl torir at tosa um hetta. Tað er ikki so løgið, at børnini hava sama brek, tí orðblindni er sera arvaligt.
- Tað ræður fyrst og fremst um at fá broyting i, so orðblindni ikki longur verður tagt burtur. Tað skal fram í ljósið, sigur Rasmus Magnussen.
Hjálp er at fáa
Hans-Pauli Christiansen heldur tað verður eitt ótrúliga stórt framstig, at tað almenna nú hevur sett undirvísing fyri orðblindum og lesi- og skriviveikum á fíggjarlógina.
Kanningar vísa, at fimm prosent av fólkinum í Føroyum sum í øðrum londum eru orðblind. Við røttu undirvísingini ber væl til at læra tey at lesa og skriva væl.
Átakið, sum nú er byrjað, er fyri ung fólk yvir 14 ár og vaksin fólk.
- Seks kvøldskúlar í Føroyum hava nú undirvísing fyri orðblindum. Tað er ógvuliga gott, at øll lesi- og skriviveik fólk nú kunnu fara í kvøldskúla. Av tí at skúlarnir eru runt landið, kunnu fólkini fáa undirvísing nærindis ella í heimbygdini, og tá ið tað er kvøldskúli, missa tey ikki arbeiðstíð. Tað hevði ikki verið gott, um hetta tilboðið bara var í Havn, sigur Hans-Pauli Christiansen.
Umframt at kvldskúlarnir undirvísa orðblindum, er henda undirvísing eisini á teknisku skúlunum báðum, á Fiskivinnuskúlanum, á Heilsuskúlanum og handilsskúlunum.
Í fjør kom orðblindni fyri fyrstu ferð á fíggjarlógina.