Eitt stað har friður og sómi valdar

- Her kanst tú biðja tína stillu bøn - ella hugsa tínar listarligu tankar, sigur sóknarpresturin, Ovi Brim, sum er ein av stigtakarunum til ætlaða listaverkið á Høganesi.

 

 

Tað eru fýra fólk í einum bólki, sum eru stigtakarar til verkætlanina at seta eitt listaverk, sum Tróndur Patursson, listamaður, skal gera, upp á Høganesi í Nes kommunu. Ein av stigtakarunum er Ovi Brim, sóknarprestur. Í illveðrinum týskvøldið var kunningarfundur á Toftum um ætlanina, og stórur áhugi var fyri fundinum. Mikumorgunin skifti morgunsendingin hjá KvF orð við sóknarprestin og borgarstjóran í Nes kommunu.

Í framløgu síni á kunningarfundinum vísti Ovi Brim á ymiskar spurningar, hann hevði sett sær í samband við ætlaðu verkætlanina, og her nam hann eitt nú við, hví eitt listaverk yvirhøvur skal setast upp á Høganesi, og hví ímyndin av listaverkinum verður ein krossur.

Sóknarpresturin vísti á, at list er við til at skapa ein samleika, og hann helt, at kommunan er heldur fátøk við sjónligari list í økinum. Hann nevndi eisini fantastiska listaverkið í rundkoyringini í Eysturoyartunlinum, sum er farið um stóran part av heiminum, og hann helt fyri, at eitt listaverk á Høganesi, soleiðis sum stigtakararnir ætla, í øllum førum hevði sett Nes kommunu á Føroyakortið.

Ovi Brim vísti á, at krossmerkið er umboðandi allar føroyingar. Hann helt fyri, at uttan tey stóru armsveiggini hevur føroyingurin tikið sær av hvørjum øðrum, tá á stóð. Kristna trúgvin - ella kristnin - er ikki bundin til partapolitisk mørk, og hann helt fyri, at krossmerkið er sum einki annað umboðandi allar føroyingar.

Men, hví júst á Høganesi?

- Tað, sum stendur á einum fjalli, sæst best. Tá vit keypa ein málning, hanga vit hann upp, har hann sæst. Tá vit keypa ein skulptur, seta vit hann upp á ein skenk ella í ein glugga, so skulptururin sæst. 

Ovi Brim segði, at stigtakararnir ynskja, at listaverkið verður sett høgt norðast í kommununi, soleiðis at tað sæst um allan Skálafjørðin, samstundis sum tað verður eitt varðtekin við innsiglingina til Skálafjørðin. 

Spurningar, sum stigtakararnir fingu á kunningarfundinum, vóru púrasta upp á sítt pláss, heldur sóknarpresturin. Tað vóru eitt nú grannar sum spurdu, hvussu tað fer at verða við ljósi, og her kundi listamaðurin sjálvur svara, at krossurin verður upplýstur innanífrá - og ikki við ljóskastarum uttanífrá. 

Dentur verður lagdu á at fara væl um náttúruna í økinum. 

Onkur spurdi um ljóð - og um tað kann fara at floyta í standmyndini, tá veðrið leikar í, men her vísti listamaðurin á simuleringar hjá Mest, og tað er einki, sum bendir á, at ljóðið verður nakar trupulleiki - ella, at standmyndin ikki fer at halda í illveðri.

Men, vóru eingir kritiskir spurningar um kristiliga samanhangin, at standmyndin verður eitt krossmerki?

- Faktist ikki. Eg vil siga, at tað vóru eingir kritiskir spurningar um júst hetta, men tað merkir tó ikki, at fólk ikki hava hugsað sínar tankar. Vit hava fleiri standmyndir í Føroyum, har grundtónin í søguni er kristindómurin. Einki hevur verið meira myndandi fyri føroyingin og søgu og samleika okkara enn kristnin. Tí, taka fólk undir við hesum, segði sóknarpresturin.

Á kunningarfundinum setti Tróndur Patursson sær eisini spurningin um hann sum listafólk kundi taka hesa uppgávu á seg, tá list er fræls, sum hann tók til, og við vælvaldum orðum lýsti hann sína støðu í hesum sambandi.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, segði í morgunsendingin hjá KvF, at tá bygdaráðið fekk fyrispurningin frá stigtakarunum, varð málið viðgjørt í bygdaráðnum. 

- Vit eru jú fólksins tænarar, og fyri okkum er tað ógvuliga umráðandi, at tað, sum verður gjørt í kommununi, er savnandi. Tí valdu vit at svara stigtakarunum, at vit ynsktu, at tey fyrst løgdu verkætlanina fram alment, soleiðis at vit kundu fáa at vita, hvat fólkið heldur um hetta.

Súni í Hjøllum segði, at hann upplivdi stemningin á kunningarfundinum sum positivan, og kommunan fer nú í døgunum eftir fundin at lurta væl eftir teimum viðmerkingum sum koma, áðrenn farið verður víðari.

- Vit hava givið stigtakarunum eitt prinsipielt loyvi, og merkja vit, at fólk eru positiv fyri verkætlanini, verður farið víðari í bygdaráðnum við málinum. Tað næsta, sum tekniska nevnd fer at viðgera, er spurningurin um at søkja um lendið og neyðug loyvi og her ímillum friðingarmyndugleikarnar. Byggireglugerðin fyri økið skal broytast, soleiðis at hon kann rúma ætlaða listaverkinum. 

Súni í Hjøllum vísti á, at grannar høvdu viðkomandi spurningar, og her varð dentur lagdur á, at ætlanin verður væl tilrættaløgd.

- Vit leggja dent á, at listaverkið verður savnandi, at tað ikki verður til ampa fyri nakran, hvørki fólk ella fæ, og at listaverkið kann verða við til at seta okkum í fremstu røð, tá eitt nú ræður um ferðavinnu.

Ovi Brim helt tað vera sera forkunnugt, at tað er sami listamaður, sum hevur gjørt fantastiska listaverkið í Eysturoyartunlinum, sum nú eisini skal gera listaverkið, sum stigtakararnir ætla at seta ovast á Høganes.

##med2##

Tá borgarstjórin verður spurdur, um hann persónliga hevur eina meining um ætlanina, svaraði hann soleiðis.

- Eg havi hugsað meg væl um, og eg eri fyri verkætlanini. Eg ræðist ikki krossin. Soleiðis, sum Tróndur Patursson eisini nevndi, so er endamálið hjá honum, at øll skulu kunna kenna seg at eiga ein lut í hesum - uttan mun til trúgv.

Ovi Brim segði, at ætlanin við listaverkinum á Høganesi er, at hetta skal verða eitt stað, har friður og sómi valdar, og har fólk skulu kunna ganga sær ein túr, seta seg niður og hugsa sínar tankar. 

- Her kanst tú biðja tína stillu bøn - ella hugsa tínar listarligu tankar. Hetta verður meira ein innbjóðing til fólk um at koma við tí, tey hava á hjarta og teimum tonkum, tey hava, segði sóknarpresturin.

Hann legði aftrat, at stigtakararnir fara ikki at leita eftir fígging til verkætlanina, fyrr enn greitt er, at ætlanin kann bera á mál, men annars segði Ovi Brim seg hava góðar vónir um, at tað fer at eydnast at fíggja verkætlanina, har ætlanin eitt nú er at søkja grunnar.

- Men, vit fara ikki at liggja í kapping við ymiskar frítíðarfelagsskapir um tann stuðul, sum tey fáa, legði sóknarpresturin aftrat.

##med3##