Eitt stig frá gullinum

Av teimum tíggju ferðunum, sum Alex Ferguson og Ryan Giggs hava vunnið gull í Premier League, er tað bert ta einu ferðina, at gullið er tryggjað framman fyri heimafjøldini á Old Trafford.

Men tað kann aftur henda leygardagin, tá Arsenal kemur á vitjan.

Grundarlagði legði Manchester United í gjár, tá teir vunnu 2-1 á útivølli móti Wigan.

Fyri steðgin sá annars einki út. Wigan, sum hevur fyrrverandi United-liðskiparan Steve Bruce sum venjara, var nevnliga á odda við einum máli frá Hugo Rodallega.

Eftir steðgin kom tó vend í. Innskifti Carlos Tevez skoraði eitt framúrskarandi mál, og fýra minuttir undan leikloki skoraði Michael Carrick avgerandi málið.