Í góðveðrinum seinnapartin endaði tað 1-1, tá ið KÍ og B36 spældu fyrsta dystin í 11. leikumfari í Formuladeildini.
Einki mál kom í 2. hálvleiki. Hetta umfarið legði B36 betri fyri, men fram ímóti dystarenda mentist KÍ av álvara aftur. Tríggir blaðungir spælarar vórðu settir inn á KÍ liðið, og Sylla noyddist skaddur av vøllinum í 1. hálvleiki.
Gunnar Nielsen legði KÍ framum í 33.minutti, og Santos javnaði við beinleiðis frísparki í yvirtíðini í 1. hálvleiki.