90 min.
3-3
FC Suðuroy og AB eru framvegis botnlið. Fjarstøðan upp til 8. plássið minkaði eitt stig, tí B71 tapti, og uppgerðin millum FC Suðuroy og AB endaði 3-3!
-------
85 min.
3-3
Tað er framvegis javnt í Vági, men fleiri mál eru komin. Nú tað resta fimm minuttir er støðan 3-3!! Nikolaj Eriksen legði AB framum aftur, og so var tað Henning Joensen, ið javnaði til 3-3.
------
75 min.
2-2
Heimaliðið hevur fingið høvdið fyri seg. Suðuroyingarnir hava eftir horna havt bóltin á tvørtrænum, og nú hevur tað eydnast teimum at javna. Málskjútti var Kasper Schultz.
Tað er rættuliga intensivt í botnuppgerðini!
----------
Líkindini at spæla fótbólt eru sera góð á Vágseiði. Har er stilt, og at tað sirmar eitt lítið sindur ger ikki líkindini verri.
Eftir 1. hálvleik er støðan 2-1 til AB.
Eftir eitt korter legði Jón Krosslá Poulsen av brotsteigarmarkinum FC Suðuroy á odda eftir innlegg úr høgru.
Yohan Borðoy javnaði, tá ið hann úr vinstru legði bóltin í handara síðunetið.
Stutt undan steðginum skoraði Nikolaj Eriksen fyri AB. Støðan uppstóð eftir at argjamenn høvdu steðgað heimamonnunum, ið vóru á veg í álop.
Fyrsta bríkslið var klokkan 14.45.