Seinnu árini hevur altjóða luttøkan hjá føroyskum hondbólti verið alt meira miðvís, og úrslitið í Grikkalandi í dag var ivaleyst eitt úrslit av hesum.
- Hetta er eitt fantastiskt úrslit. Sjálvandi vunnu vit í Challenge Trophy í fjør, men hetta mótstøðuliðið er altso nógv sterkari enn mótstøðan, sum vit tá møttu. T.d. vann hesin árgangurin á Íslandi í U20-kapping í fjør, og tað sigur eitt sindur um styrkina hjá teimum, sigur Ári Rouch.
Hvat hevur eitt úrslit av hesum slagnum at siga fyri tykkum?
- Hetta hevur stóran týdning. Hetta er úrslit av miðvísum arbeiði, og hetta kann bara sannføra okkum sjálvi og spælararnar um, at vit kunnu røkka stórum málum, um vit arbeiða nóg hart fyri tí. Í so máta er talan um eitt stórt herðaklapp fyri tað miðvísa arbeiðið, sum er gjørt innan hondbóltin seinnu árini, heldur Ári Rouch.
Lesið eisini: Nýtt bragd í Grikkalandi
Seinni dysturin hjá Føroyum á landsliðsferðini verður í morgin, tá spælt verður móti Serbia. Tann dysturin verður spældur klokkan 17 okkara tíð.