Eitt sund millum bygdarfólkið

Hóast eingin í Hvannasundi hevur nakað ímóti klaksvíkingum, óttast mong fyri støðuni, um kommunurnar báðar leggja saman í framtíðini.

Líkt er til at bygdarfólkið hevur ójavnar hugsanir um hetta málið. Helst er talan um tveir eins stórar partar í dag.

Tað er friðarligt í bygdini henda seinnapartin mikudagin. Ikki eitt menniskja er at síggja, hóast veðrið er av tí fræga.

Hóast henda friðin á bygdargøtunum, er mangt sum bendir á, at friður valdar ikki heilt millum bygdarfólkið – og tey, sum manna bygdaráðið.

Hóast bygdin er skild sundur av einum sundi, hava tær fimm bygdirnar kunna að sum ein einstøk kommuna. Men nú er líkt til at vend er við at koma í.

Orsøkin til hetta er eitt mál, sum snýr seg um, hvørt Hvannasunds kommuna eigur at fara í samráðingar við Klaksvíkar kommunu um størri ella kanska beinleiðis um eina samanlegging.

Í bygdaráðnum er ikki semja um hetta málið, og millum fólkið í kommununi er heldur ikki semja. Líkt er til at bygdin gongur í tveimum í hesum álvarsama máli.

- Vit eru eitt lítið øki, og tí mugu vit samstarva við onnur. Vit hava so einki ímóti klaksvíkingur, siga summi.

- Vit eru eitt lítið øki, og tí er vandi fyri at vit fara at hvørva í teirri stóru kommununi. Vit missa okkum sjálvi burtur, siga onnur.


Mikið tjak

Málið um eina hugsandi samanlegging byrjaði fyri sløkum tveimum mánaðum síðani, tá eitt uppskot um hetta varð umrøtt á fundi í bygdaráðnum.

Ætlanin var upprunaliga, at hetta málið ikki skuldi viðgerast í fjølmiðlunum, men innanhýsis.

Men broyting kom í, tá ið portalurin hjá lokalblaði norðoyinga, Norðlýsið bar hesi tíðindi fyrr í vikuni.

Hetta hevur sum vera man elvt til mikið tjak millum manna, og rættiliga greitt er, at tvey ymisk sjónarmið eru í hesum máli:

Annað er tað sjálvsagda í at kommunurnar leggja saman.

Hitt, at Hvannasunds fer at steðga upp í teirri stóru Klaksvíkar kommunu.


Svølgd av tí stóra

Ein vitjan í Hvannasundi mikudagin prógvaði júst hetta, at fólk hava býtt seg í tveir bólkar.

Tey, ið eru ímóti eini samanlegging við Klaksvík vísa á, at Hvannasund neyvan fer at fáa stórvegis fyrimunir í eini stórari kommunu. Teirra størsta “skrekk-eksempul” í so máta er Árnafjørður.

- Ja, hygg bara eftir støðuni í Árnafirði. Henda bygdin hevur verið saman við Klaksvík í eitt mannaminni, men hvat er hent har? Einki!

- Bygdin hevur staðið í stað, og fólk hava ilt við at fáa grundøki. Taðvejden, fara vit saman við Klaksvík, so steðgar øll menning upp her í bygdini. Vit verða snøgt sagt svølgd av tí stóra, siga fólk.

Onnur sundafólk eru meiri víðgongd í sínum úttalilsum, og siga bart út, at klaksvíkingar bert eru áhugaðir í teimum rættiliga mongu milliónunum, sum kommunan eigur á bók.

- Tað er fyri mær, sum um teir í bygdaráðnum vilja selja bygdina til tann, ið bjóðar hægst.

- Fyrr vóru helst fleiri fyri eini samanlegging, men í dag eru tey helst í minniluta, tí einki er hent í so máta, siga fólk.


Markið við Djúpini

Ein annar partur, sum kanska er nakað minni enn tann omanfyri, eru tey sum meta tað sum eina sjálvfylgju at báðar kommunurnar fara í enn størri enn í dag.

- Fyri mær er eingin ivi um, at allar Norðoyggjar áttu at lagt saman og kunna verðið til eina einstaka og sterka kommunu.

- Tá átti ein ikki at tosa um mark millum bygdirnar her í økinum, men bara sett Djúpini sum mark millum Eysturoynna og ta stóru Norðoyar kommunu í framtíðini, siga onnur.

Fleiri bera haraftrat ótta fyri, at um kommunurnar ikki verða samanlagdar sjálvbodnar, so verða tær rætt og slætt tvungnar at leggja saman í framtíðini.

- Tí hevði verið nógv betri, at vit gjørdu tað nú í beinleiðis samráðingum, og altso ikki við knívinum á barkanum.

- Lívið er alt ov stutt til innanhýsis klandur. Latum okkum finna eitt gott stev og fara í positivar samráðingar við klaksvíkingar, siga tey. 



OBS: Les eisini viðmerkingarnar hjá bygdarfólkinum í teigunum "Trý á gøtuni"