Eitt sunt lív við nógvum pengum

Tað sigst, at hin 82 ára gamli Hosni Mubarak hevur livað eitt sunt lív uttan tubak og brennivín. Men pengar eigur familjan nógvar, helst einar 400 miljardir krónur. Meðan fólkið í gøtunum í Egyptalandi fegnast, er Hosni Mubarak rýmdur til frítíðarbýin, Sharm el-Sheik, sum liggur við Reyða Havið og umleið 400 kilometrar burturi frá Kairo.

Sharm el-Sheik liggur við suðurendan av Sinai-hálvoynni, har fyrrverandi forsetin hevur eitt palass, sum hann plagar at vitja í, tá stundin kom til frítíð og umhugsunar.

Varaforsetin í Egyptalandi, Omar Suleiman, sum eisini sær út til at hava mist sína støðu, eins og ræðið yvir herinum, tóktist rættiliga álvarsamur, tá hann í sjónvarpinum las fylgjandi upp fyri egyptiska fólkinum:

?Undir hesum álvarsomu umstøðunum, sum landið fer ígjøgnum, avgjørdi forsetin at lata valdið frá sær til herin til at leiða landið víðari. Guð er okkara verja...?

Hin 82 ára gamli, Hosni Mubarak, sigst hava livað eitt sunt lív - uttan tubak og brennivín.

Men hann og familja hansara fara ikki við tómum lummum, nú hann hevur latið valdið frá sær.

The Guardian metir nevniliga, at Mubarak-familjan eigur heilar 400 miljardir krónur.

So, fyrrverandi egyptiska forsetanum nýtist neyvan nakra super-pensjón, nú hann hevur lagt frá sær.