Mentan
Tað er ein rólig og sera fegin Katrin Ottarsdóttir, sum tekur telefonina í morgun. Fríggjadagin fekk 49 ára gamla føroyska filmslistakvinnan boðini um, at Mentunargrunnur Landsins hevur gjørt av at tillutað henni trý ára starvsløn. Sostatt fær hon arbeiðsfrið til at framleiða film næstu trý árini.
Vildi ikki trúgva tí
- Hetta má vera eitt tekin um, at eg skal halda fram við at gera film, sigur Katrin Ottarsdóttur, sum ikki vildi trúgva tí, tá Rói Paturson, formaður í Mentunargrunni Landsins ringdi við gleðiboðunum fríggjadagin.
- Hetta var tað besta sum kundu henda beint nú – heilt fantastiskt, sigur Katrin Ottarsdóttir, sum er stødd í heiminum í Hedehusene, har hon og maðurin Hugin Eide búgva.
- Nú havi eg gingið og vant meg so spakuliga við tankan í vikuskiftinum. Líkasum at smakka uppá eitt lekkurt bomm, sum ger meg heita um allan kroppin, sigur Katrin. Og hon greiðir frá, at um ikki fíggjarliga støðan broyttist beint nú, hevði hon heilt sikkurt tikið seg úr filmsumhvørvinum nú.
- Eg havi ikki fingið fasta løn síðani vit gjørdu Bye Bye Blue Bird í 1999. Havi undirvíst eitt sindur, hildið fyrilestrar og fingið arbeiðsloysisstuðul. Og so brúkt alla orkuna til, at søkja um fígging til mongu filmsverkætlanirnar, eg havi í stoypiskeiðini, sigur hon. Hon greiðir frá, at fyri einari tíð síðani gjørdi hon av at gera íløgur í privata filmsútgerð til dvd-framleiðslu.
- So kann eg sjálv taka upp, klippa og annars gera alt tað, sum eitt vanligt filmslið ger, sigur Katrin. Hon skoytir uppí, at í dag er útgerðin so framkomin, at til ber at gera nærum alt sjálvur. Teknikkin rópar hon One (Wo)man Camera, og verður hann alt meira útbreiddur.
Mong hugskot
Spurd, hvat hon ítøkiliga ætlar at nýta trý ára starvslønina til, greiðir hon frá, at í løtuni leggur hon síðstu hond á eitt filmsverk í trimum pørtum um trý føroysk listafólk.
- Eg fari aftur um listamenninar Jóannes Nielsen, Tórodd Poulsen og Hans Paula Olsen, har eg royni at lýsa teir bæði sum privatpersónar og sum listafólk. Har er avbjóðingin, at flætta filmshugsunarháttin við inn í reportagu- og dokumentarsjangruna, greiðir Katrin Ottarsdóttir frá. Og hon leggur afturat, at hon hevur ætlanir um at gera eina nýggja triologi við ungum listafólkum, tá hon er liðug við tí fyrru.
- Eg havi so ómetaliga nógv hugskot og verkætlanir, sum eg kundi hugsað mær at arbeitt við. Eisini til sjónvarpsframleiðslu. So næsta stig verður at seta meg í samband við sjónvarpið, fyri at royna at fáa eitt samstarv í lag tann vegin eisini, sigur Katrin Ottarsdóttir.
So tað letur til, at um stutta tíð, fara vit at hitta hana her á landi við einum upptøkutóli í hondini. Tí, sum hon sigur, so eru Føroyar pallurin hon arbeiðir út frá.
Fakta:
Katrin Ottarsdóttir, leikstjóri
Fødd: 22. mai 1957
Framleiðslur:
1999 - Bye Bye Blue Bird
1995 - Manden der fik lov at gå
1992 - Ævintýri á Norðurslóðum
1991 - Hannis
1989 - Atlantic Rhapsody - 52 myndir úr Tórshavn