Framsókn er ein liberalur flokkur við einum stórum sosialum hjarta.
Vælferðarstaturin er tað týdningarmiklasta vit eiga, og hann skulu vit varðveita. Men hann skal taka sær av teimum, ið hava brúk fyri honum og ikki brúka so stóra orku uppá óneyðugt formyndarí.
Vit eru afturútsilgd á mongum økjum, so her skal nógv gerast, og eg havi hug at nevna nøkur mál, ið hava stóran týdning fyri meg. Sumt er ítøkiligt, og annað er nakað, eg vil arbeiða fram í móti.
- Ung, lesandi og einlig skulu fáa betri sømdir í landinum nú!
- Broyta haldidags- og skeinkilógina - tær eru alt annað enn tíðarhóskandi og
- Fróðskaparsetur Føroya og umstøður hjá lesandi SKULU uppraðfesast - vit hava ikki ráð at missa fleiri ung, sum gjarna ynskja at vera her.
- Ein neyðtøka er ein neyðtøka - revsilógin skal endurskoðast
- Fyrningarfreistin skal burtur
- Samkynd skulu kunna gifta seg borgarligt sum skjótast. (vinarliga, ikki tosa um kirkjuna og ættleiðing, hetta er púra óviðkomandi í hesum kjakinum)
- Barsilsskipanin skal leingjast til 1 ár og skal vera meira fleksibul. Eisini sakni eg, at páparnar verða tiknir meira við í tilgongdina eftir, at barnið er føtt. Pápar skulu eisini screenast fyri tunglyndi eins og mammurnar verða.
- Sálarsjúka skal javnstillast við aðrar sjúkur. Ein kann fungera við brotnum armi og fáa neyðuga hjálp beinavegin. Men við "brotnari sál" ber illa til, lítil og eingin hjálp er at heinta og er sera kostnarmikil.
- Vit mugu yvirtaka útlendingamálið og byrja at orða ein integratiónspolitikk sum skjótast. Vit mugu taka ábyrgd av sorgarleikinum, ið hendir dagligt við Miðalhavið og aðrastaðni, tí vit kunnu og skulu gera mun!
- SO til tað týdningarmiklasta!
- Tað sigst at hvør føroyingur eigur 12 tons av fiski og 1,8 seyð í part. Seyðin lata vit liggja, men hvussu nógv av hesum 12 tonsunum av fiski sært tú til? Ikki ein stert?!... Nei, heldur ikki eg! Okkara ríkidømi skal koma øllum føroyingum til góðar, veiðirættindini skulu keypast frá landinum og ikki frá spekulantum.
Hvat veit eg um fiskivinnuna, nú eg ikki havi pissað í saltan sjógv? Jú, eg brúkti 5 mánaðir at skriva mína bachelor ritgerð um fiskivinnuskipanina og hvussu hon er rikin frá 1948 til 2015, og sum øllum kunnugt, er hon kav-rotin. Er skipanin rotin, ja so verður spælið eisini har eftir. Tí er alneyðugt at koma við einari fiskivinnuskipan, ið er fair fyri øll, og sum máar beinini undan klientilismuni, ið ræður í høvuðsvinnuni í dag. Tað ger fiskivinnuuppskotið hjá Framsókn. Her eru milliónir-miliardir at heinta.
Kemur hetta ikki í rætt lag, verður alt ríkidømið í føroyum bert á nøkrum fáum hondum innan fá ár, og okkara demokrati fer at líkjast meira einum oligarkii. Hugsið tykkum til...?
Vit ynska øll broytingar, so atkvøð fyri teimum.
x við F
Ása Hammershaimb Christiansen, 29 ár
ba. politikk og umsiting
lesandi á Fróðskaparsetur Føroya