Óhapp
Klokkan gott níggju seinasta mikukvøld kom ein bilur við fýra ungum fólkum, koyrandi eftir landsvegnum ígjøgnum Tjaldavík ímillum Øravík og Hov í Suðuroy. Tað vóru tveir dreingir og tvær gentur í bilinum. Akkurát hesa løtuna kundu tey ikki vita, at tað nøkur sekund seinni má sigast at vera eitt satt Guds undur, at tey enn vóru øll á lívi.
Vit komu koyrandi norðureftir, tá ið vit møttu øllum bilunum, sum komu av Smyrli og skuldu suðureftir, greiðir 19 ára gamla Simona Jensen frá, sum sjálv átti og koyrdu bilin. ein reyðan Peugeot 306.
Fyri at geva pláss fyri bilunum av Smyrli, slakaði hon av og fór út í síðuna, so at bilarnir kundu koyra framvið.
Men tá hendi tað, sum allir bilførarar kunnu fáa marruna av: Bilurin misti fullkomiliga sambandið við vegin, so at bilførarin fullkomiliga misti harradømið á honum.
Tað gjørdi ikki mun, hvat eg gjørdi, tí bilurin hvørki bremsaði ella snaraði. Eg merkti bara, hvussu hann fór longur og longur út í síðuna. Eg royndi av øllum alvi at stýra honum uppaftur á vegin, men tað gjørdi ikki mun, tí bilurin bara sigldi á vegnum.
Eftir hetta minnist Simona ikki so nógv.
Men eygnavitni siga, at bilurin fór útav bakkanum og rendi gronina veint í ein stóran stein. Eftir hetta koppaði hann framyvir á takið og rullaði einar tríggjar fýra ferðir runt. Tá ið bilurin steðgaði, lá hann á vinstru síðu. Tá vóru rútarnir brotnir og Simona lá hálv út ígjøgnum vinstra forrút við bilinum omanyvir sær. Men tað eydnaðist hinum, sum vóru við, at koppa bilinum omanav henni.
Eitt minnist Simona afturat frá sjálvum óhappinum. Tað var tá ið bilurin rakti steinin og luftpútan blástust upp og hon fekk hann beint í andlitið. Hinumegin hevði bilurin eisini luftpútu og eisini hann blástist upp í andlitið á tí, sum har sat.
Aftaná eru tey sannførd um, at tað var luftpútunum fyri at takka, at tey sluppu so væl frá óhappinum, tí teir tóku stoytin. Hevði bilurin ikki havt luftpútur, eru tey í ølllum førum greið yvir, at skaðin hevði verið nógv verri.
Steinrunnin
Vit royndu at rópa eftir hjálp, men tað var ikki stór reaktión uppi av vegnum, hóast nógv fólk í bilunum frá Smyrli stóru og hugdu at, sigur Simona.
Hon sigur, at aftaná hevur hon fingið at vita, at tey, sum stóðu uppi á vegnum, ivaðust ikki í at onkur var deyður, so ógvusligt var óhappið. Tí tordu tey rætt og slætt ikki oman av ótta fyri, hvat bíðaði teimum og stóðu mestsum runnin í stein.
Boð vórðu tó send eftir sjúkrabilum og løgreglu og øll fýra fólkini vórðu send á Suðuroyar Sjúkrahús, men kanningar vístu, at ongin hevði meiðslað seg illla. Skurðsl, smásnuddir og eymleiki í vøddum og liðum var einasta mein, tey fingu, so tað var ótrúliga væl sloppið.
Bilurin hann er vrak og verður ikki gjørdur aftur. Alt er brotið í bilinum, sjálvt motorurin er farin í knús av stoytinum.