Eitt vakurt øki til mong endamál

Frammanvert Mentanarhúsið verður nú gjørt eitt øki, sum í framtíðini kann gerast karmur um konsertir og fundir av alskyns slagi. Alt er ein partur av eini størri ætlan at fríðka um miðbýin.

Fuglafjørður: Uttanfyri Mentanarhúsið síggjast tríggir mans arbeiða henda vakra mánadag fyrrapart.
Teir hava fingið til uppgávu at fríðka økið omanfyri hetta húsið, sum um vikuskiftið fer at verða karmur um fleiri av tiltøkunum á varmakeldustevnuni.
Alt arbeiðið er í sjálvum sær so umfatandi, at tað ikki verður liðugt til stevnuna. Men tá alt arbeiðið er liðugt, verður her talan um eitt stórt og vakurt øki, sum er vælegnað til uttandura fundir, konsertir og mong onnur tiltøk (sí aðra grein um hetta í blaðnum).
Teir tríggir hava longu gjørt ein stóran part av arbeiðinum, og eru nú farnir at nærkast ovaru síðu av húsinum. Flisar og steinar verða lagdir við kønari hond, soleiðis at fólk í framtíðini skulu kunna fegnast um hetta økið.
At so veðrið henda mánadagin var av tí allarbesta gjørdi helst sítt til, at alt gekk eitt sindur lættari.


Ymiskar royndir við felags uppgávu
Teir tríggir menninir, sum eru við í hesum arbeiðinum eru:
Rasmus Larsen úr Danmark, sum er útlærdur anlegsgartnari. Hann verður ætlandi í Føroyum til heystar.
Rólant Dam úr Havn, sum arbeiðir sum avloysari, áðrenn hann fer til Danmarkar at lesa víðari.
Kristian í Vági, sum er ættaður úr Leirvík, og sum í januar mánaði byrjaði at læra til anlegsgartnara hjá Búgva Róin, sum stendur fyri arbeiðinum.