? Valið stendur millum sambandskósina og sjálvstýriskósina. Velja fólk sambandskósina, so merkir tað blokkstuðul, politisk stýrd vinna og heimastýri. Velja fólk hinvegin sjálvstýrislkósina, so fáa vit eina tilgongd við frælsari vinnu, sosialum frambrotum og avgjørdari fíggjarstýring.
So einfalt lýsir Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, valið 20. januar. Tjóðveldisflokkurin legði fríggjamorgunin fram valskrá sína fyri fjølmiðlunum.
Skráin er í 10 punktum:
1. Sjálvstýriskósin
Í seks ár hevur Tjóðveldisflokkurin lagt støði undir einar sjálvstøðugar Føroyar. Búskaparligu, sosialu og vinnuligu framstigini hava ongantíð verið so stór, sum hesi árini.
Fleiri málsøki eru yvirtikin, og klárt er at yvirtaka 24 afturat. Eftir drúgvar fyrireikingar er eitt nú klárt at skipa føroyska fólkakirkju, rættarskipan og løgreglu.
Harumframt eru fyrireikingarnar til Grundlóg Føroya um at vera lidnar.
Arbeiðið við yvirtøkum og grundlóg steðgaði, tá Anfinn Kallsberg skrivaði út val.
Hvør einasta atkvøða til Tjóðveldisflokkin verður brúkt í stríðnum fyri, at yvirtøkurnar verða framdar, og Grundlóg Føroya sett í verk.
Soleiðis vil flokkurin leggja støðið undir Føroyskt fullveldi og eina framtíð, har vit á egnum beinum knýta samband við allan heimin.
2. Sosial frambrot
Í seks ár hevur Tjóðveldisflokkurin havt fíggjarmál.
Hesi árini er skatturin hjá tí, sum vinnur 200.000 krónur, lækkaður við 10.000 krónum. Fólkapensiónin er hækkað við 8.000 kr. fyri hjún og 12.000 kr. fyri støk. Harumframt er pensiónin gjørd skattafrí.
Barnafrádrátturin er hækkaður við 2.600 kr.
Lestrarstuðulin til heimabúgvandi er hækkaður við 8.000 króunum og fyri útibúgvandi við 11.000 krónum. Tey, sym lesa uttan fyri norðurlond, fáa harumframt upp til 120.000 kr. til skúlagjaldið í mun til 60.000 kr. fyri seks árum síðani.
Í knøpp tvey ár hevur Tjóðveldisflokkurin umsitið almannamál. Hesa tíðina er m.a. farið undir at byggja ellis- og røktarheim til 123 fólk, ein haldfør loysn er funnin á barnaansingini, og pengar eru settir av til herberg fyri heimleys.
Tað er Tjóðveldisfloksins uppgáva at prógva, at eingin verður illa fyri, tá Føroyar fáa sjálvræði. Tí verður kósin hildin komandi árini.
Næstu stigini eru at nøkta allan tørvin á ellis- og røktarheimsplássum í samstarvi við kommunurnar, at skipa nýggja, samhaldsfasta pensiónsskipan, og at byggja út barsilsskipanina.
3. Frælst vinnulív
Í Føroyum hava marknaðarkreftirnar hava verið settar til viks, og politikarar hava stýrt vinnuni.
Skattgjaldarin hevur verið tvingaður at rinda milliardir fyri miseydnaðar, politiskt stýrdar verkætlanir.
Tjóðveldisflokkurin vil hava eitt frælst, liberalt vinnulív. Politikarar skulu skapa vinnuni góðar karmar, men ikki stýra henni.
Hóast harða mótstøðu hevur Tjóðveldisflokkurin farnu seks árini slóðað fyri, at studningur til vinnuna er tikin burtur. Úrslitið er, at vinnan stendur á egnum beinum og kastar meira av sær enn nakrantíð áður.
Tjóðveldisflokkurin hevur júst sett á stovn føroyskan virðisbrævamarknað.
Næsta stigið er at einskilja tann stóra partin av vinnuni, sum endaði á almennum hondum undir kreppuni.
Einar frælsar Føroyar krevja eitt frælst vinnulív.
4. Avgjørd búskaparstýring
Tjóðveldisflokkurin hevur sitið við fíggjarmálum í seks góð ár.
Trýstið at lata slúsurnar upp hevur verið øgiligt. Men Tjóðveldisflokkurin hevur staðið ímóti og stýrt búskapinum við fastari hond.
Hesi árini hava vit goldið kontant fyri størri útbyggingar enn nakrantíð áður. Skuldin er goldin niður í helvt. Og blokkstuðulin er minkaður. Men kortini hava vit havt yvirskot hvørt einasta ár.
Tann kontanta stýringin hjá Karsten Hansen hevur ikki altíð verið væl umtókt. Men tað er henni fyri at takka, at vit í dag hava ein sunnan búskap. At vit klára eitt afturstig, uttan at enda í kreppu. Og at vit eiga nærum tvær milliardir á bók.
Sjálvræði krevur, at vit umsita okkara pengar við ábyrgd. Tjóðveldisflokkurin fer at halda somu kós komandi árini.
5. Miðvísar útbyggingar
Tjóðveldisflokkurin setti sær fyri 6 árum síðani sum mál, at Føroyar skuldu útbyggjast til eitt nútímans samfelag. Ætlanin hevur verið fylgd:
Vágatunnilin gjørdur. Berghol til Gásadals er gjørt. Farið er undir Norðoyartunnilin. Ferjulega í Kalsoynni er í gerð. Nýggjur Smyril er á veg. Pengar eru játtaðir til tunnilin millum Hov og Øravík. Teistin er bygdur. Nýtt Landssjúkrahús er bygt. Stór útbygging av ellis- og røktarheimum er sett í verk. Sambýli til brekað og minnisveik eru bygd. Og skúlar eru í gerð kring landið.
Landið er ongantíð útbygt so nógv, sum síðani vit settu kós móti sjálvræði. Hetta eru íløgur, sum knýta landið saman, og bøta um trivnaðin. Fyri Tjóðveldisflokkin er tað partur av stríðnum fyri sjálvræði.
Næsta stóra stig í langtíðarætlanini er at seta á Sandoyartunnilin, tá ið Norðoyartunnilin er liðugur.
6. Skúlar og mentan kring alt landið
Í seks ár hevur Tjóðveldisflokkurin havt ábyrgdina av menta- og skúlamálum. meira enn nakrantíð.
Almanna- og Heilsuskúli er latin upp á Tvøroyri. Farið er undir at byggja miðnámsskúla í Vági.
Pengar eru játtaðir til Lista- og ítróttarháskúla í Sandoynni, til Fiskivinnu- og havbúnaðardepil í Vestmann, til útbygging av Tekniska Skúla í Klaksvík, og til nýggjan Tekniskan skúla, Handilsskúla og Studentaskúla í Havn.
Við hesum hevur Tjóðveldisflokkurin sameint trý av sínum endamálum: Ungdómurin skal hava góð útbúgvingartilboð, lokaløkini skulu mennast, og mentanin skal stimbrast. Hvørt øki í landinum skal hava sín depil til mentan, útbúgving og gransking.
Næsta stóra stig er at byggja miðnámsskúla í Vágum, har serligur dentur skal leggjast á ferðavinnu.
7. Almennnur setanarsteðgur
Tjóðveldisflokkurin var ímóti, tá føroyska miðfyrisitingin var skipað sambært uppskotinum hjá Finn Norman Christensen.
Flokkurin heldur framvegis ikki, at henda skipan hóskar til føroyska samfelagið.
Tjóðveldisflokkurin vil rationalisera og effektivisera miðfyrisitingina við at leggja deildir saman.
Setanarsteðgur skal setast í verk, so samlaða talið av størvum innan miðfyrisitingina ikki økist.
8. Umhvørvisrøkt
Umhvørvi er okkara týdningarmesta tilfeingi. Og tað má røkjast betur enn higartil.
Tjóðveldisflokkurin vil stuðla alternativari orkuútbygging í Føroyum, endurskoða grundarlagið hjá SEV fyri vatnorkuútbygging í Eysturoy, styrkja lokal umhvørvistiltøk, og skjóta upp fyri Norðurlandaráðnum at stovna ein altjóða granskingarstovn fyri havumhvørvi og veðurlagsbroytingar í Føroyum
9. Samband við allan heim
At Føroyar ikki hava fullveldi ger, at vit ikki fáa samstarvað frælst við onnur lond. Ikki ein gang fullan limaskap í Norðurlandaráðnum kunnu vit fáa, hóast eitt samt løgting ynskir hetta.
Ríkisrættarliga støðan verður ein enn størri trupulleiki, tá Danmark um stutta tíð helst fer at góðkenna nýggju ES-grundlógina. Tí so leingi Føroyar ikki hava fullveldi, kunnu vit bert fáa ES-limaskap sum ein danskur landslutur. Hesum er Tjóðveldisflokkurin hart ímóti.
Tjóðveldisflokkurin vil, at Føroyar, eins og Ísland, Noreg og Liktinstein, fáa ein EBS-sáttmála við ES. Men til tess krevst, at vit eru eitt sjálvstøðugt land.
Føroyskt fullveldi er sostatt bæði fortreytin fyri limaskapi í Norðurlandaráðnum og eini skilagóðari avtalu við ES.
Men til vit hava nátt hesum máli, vil Tjóðveldisflokkurin, har tað ber til, menna sambandið og samstarvið við øll okkara grannalond.
Stóra málið er at stovna eitt "OPEC" fyri fiskivinnutjóðirnar í Norðuratlantshavi, har vit kunnu samstarva um at fáa betri atgongd til ES uttan at gerast limir.
10. Mark millum rangt og rætt
Álit á politisku skipanina er ein fortreyt fyri fólkaræði.
Tí mugu landsins leiðarar taka greiða frástøðu frá lógarbrotum.
Um ein leiðandi persónur og politiski flokkur hansara í staðin verja lógarbrot, verður grundarlagið tikið undan stríðnum fyri sjálvræði.
Eitt sjálvstøðugt samfelag krevur leiðarar við tign.
Tjóðveldisflokkurin setir mark millum rangt og rætt. Og tekur avleiðingarnar, tá farið verður um hetta mark.
Fyri Høgna Hoydal og Tjóðveldisflokkin er valið 20. januar sera greitt, tí tá skal støða takast til, um vit skulu halda áfram at byggja land ? ella um vit skulu venda aftur til heiamstýrið.