Sjálvstýrisflokkurin hevur valt at stilla Eileen Sandá í Vági upp vegna Suðuroynna. Eileen er ættað úr Suðuroy, men hevur útbúgvið seg niðiri og eina tíð arbeitt í Havn. Nú eru hon og maðurin flutt suður aftur, tí líkindi eru fyri fleiri størvum til útbúgvið fólk í útjaðaranum. Fyrr hevði Sjálvstýrisflokkurin truplar møguleikar undir gomlu valskipanini at fáa umboð í smáu valdømunum, men nú er framgongd væntandi undir broyttu skipanini, verður sagt í tíðindaskrivi. Sjálvstýri hevur tó valt bert at stilla Eileen upp í Suðuroy til tess at savna atkvøðurnar um eittans valevni, so møguleikin at verða vald ella koma inn sum varaumboð á tingi verður betri.